Ongi úrslit

Marius Høiby skal í rættin

Hevur framt harðskap og neyðtøkur

© Lise Aserud/Ritzau
Jóhanna Højgaard
19. august kl. 17:30

Tilsamans fevnir ákæruritið um 32 ymisk viðurskifti, sambært Statsadvokatinum Sturlu Henriksbø.

Málini ganga fleiri ár aftur í tíðina, og ríkisadvokaturin heldur seg kunna prógva, at Marius Borg Høiby, fostursonur komandi kong í Norra, á fyrsta sinni gjørdi seg inn á eina kvinnu í 2018, tá hann eftir øllum at døma filmaði seg sjálvan, ímeðan hann hevði sex við henni uttan samtykki, ímeðan hon svav.

Allar fýra neyðtøkurnar verða viðgjørdar sum sonevndar 'sovandi neyðtøkur', og hann skal hava filmað fleiri av teimum.

Eitt annað mál, sum statsadvokaturin varpaði ljós á á tíðindafundinum, er harðskapur móti einari fyrrverandi unnustu, har Marius Borg Høiby eftir øllum at døma tók kvalaratak á hana, kastaði lutir eftir henni og slongdi høvdið á henni móti einum køliskápi.

Harumframt hettar eru deyðshóttanir, vandalisma og brot á tilhald at halda seg burtur, givið honum av løgregluni.

Statsadvokaturin leggur eisini á tíðindafundinum dent á, at Marius Borg Høiby "sjálvandi ikki skal viðgerast mildari ella strangari, enn um líknandi gerðir høvdu verið framdar av øðrum.

- Hetta málið er sera álvarsamt. Neyðtøka og harðskapur í tøttum sambondum eru sera álvarsamar gerðir, sum kunnu seta varandi spor eftir seg og oyðileggja lív, segði statsadvokaturin Sturla Henriksbø.

-Tað er upp til dómstólarnar at viðgera málið og taka avgerð. Vit hava einki at leggja afturat, stendur í stuttu skrivligu viðmerkingini frá kongshúsinum.

Rættarmálið byrjar um miðjan januar, og Marius Borg Høiby kann fáa upp til tíggju ára fongsulsrevsing.

Krúnprinsessa Mette Marit eigur Marius við Morten Borg Høiby.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Er meldaður fyri blúnisbrot

19. november kl. 20:03

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

19. november kl. 17:10

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19. november kl. 11:39

Fekk bót fyri at ripa ost á ein bil

22 tímar síðan