Tað kann tykast langdrigið og tungt, sum eitt maraton í sjálvum sær, serliga fyri tann minni keypiglaða, bara at vera inni í IKEA.
Men nógvir føroyingar dáma tó væl at fara ein rundtúr við Norrønu, koyra til Aalborg og fylla sær bilin við vørum úr møbilhandlinum, eins væl og øðrum handlum har á leiðini.
IKEA Aalborg skrivar nú í tiðindaskrivi, at tey fara at hava eitt ørðvísi tiltak í summar.
Frá kl. 20.00 til kl. 23.00 tann 23. august opna dyrnar í IKEA Aalborg nevniliga fyri teimun sum hava hug til, bókstaviliga, at renna sær ein túr ímillum sofur og sengur.
Har er møguleiki at renna bæði styttri og longri teinir, og upp í hálvt maraton, so allir rennarar kunnu vera við og uppliva IKEA handilin sum ongantíð áður.
Tað er ikki bara fyri stuttleika, man stuðlar samstundis einum góðum endamáli. “Broen” í Norðurjútlandi, fær ágóðan av atgongumerkjasøluni.
Tey arbeiða fyri at geva sosialt sperdum børnum og ungum, møguleika at røkja frítíðarítriv.
-Hjá IKEA trúgva vit uppá samleika og felagsskap, og tí er tað kjarnin í øllum virkseminum, sum vit skipa fyri í okkara handli.
-Við “IKEA Runden”, sum vit kalla tiltakið, vilja vit skapa eina renniveitslu fyri øll, uttan mun til um tú ert rennari, maratonrennari ella enntá nýbýrjaður rennari, sigur leiðarin Tiago Jesus, handilsstjóri í IKEA Alborg
-Eg tori at lova fólki eina uppliving út yvir tað vanliga. Leiðirnar strekkja seg gjøgnum okkara møblasýningarrúm, heimatilhoyr, goymsluna hjá “Ta’ Selv” og enntá kjallaran, har kundar vanliga ikki hava atgongd, sigur hann.
1000 atgongumerkir eru í alt til “IKEA Runden”, og eru tey longu til sølu.
Hvør luttakari letur 20 kr. umvegis atgongumerkjaprísin, meðan IKEA Aalborg letur 20 kr afturat hvørt.
-Vit fegnast um, at vit við hesum tiltakið kunnu stuðla børnum og ungum í Norðurjútlandi, sum ikki hava møguleika at fara til frítíðarítriv á jøvnum føti við sínar javnaldrar.
-"Brúgvin" ger eitt ótrúliga virðismikið arbeiði, og tað kunnu vit bara stuðla við gleðini um rørslu og felagsskap her í IKEA Aalborg, sigur Tiago.
Í skrivandi stund eru 447 pláss eftir, tey fara skjótt, so um man 23. august er í Aalborg og hevur hug at vera við, kan man keypa sær atgongumerki her https://www.sportstiming.dk/event/1606
Allir rennara fáa svenskar kjøtbollar tá renningin er liðug.