Ongi úrslit

Manningin verður koyrd í land í Ísrael

Eisini lýsti hann bátin sum eina selfie-yacht við kendum fólki.

© Ísraelska Uttanríkisráðið
Greta Thunberg fær tvíflís og vatn frá einum ísraelskum hermanni.
Jóhanna Højgaard
9. juni kl. 14:44

-Báturin er trygt ávegis til Ísrael. Ferðafólkini fara væntandi aftur til heimlandið, sigur ísraelski uttanríkisráðharrin Israel Katz í einum innleggi á sosiala miðlanum X, tíðliga mánadagin lokala tíð.

Uttanríkisráðið legði eitt video út, har manningin á “Madleen” sita lið um lið í appelsinlittum bjargingarvestum, meðan ein hermaður bjóðar teimum vatn og tvíflísir.

Í einum videobroti, sum var stroymt beinleiðis úr bátinum, vísti aktivisturin Yasmin Acar eitt hvítt evni á dekkinum, og segði, at tað var slept niður á skipið. Acar hoyrdist seinni siga, at tað ávirkaði eyguni hjá henni.

Ísrael hevur onga lógarheimild at halda altjóða sjálvboðin umborð á Madleen, sigur Huwaida Arraf, mannarættindaadvokatur og fyriskipari av Freedom Flotilla.

Hetta varðhaldið av aktivistunum brýtur týðiliga altjóðarætt, og fer ímóti bindandi boðum hjá altsjóðadómstólinum. Boðini krevja óhindraða menniskjaliga atgongd til Gasa.

Uttanríkisráðharrin Israel Katz lovaði fleiri ferðir undan hesari hending, at herurin vildi forða hjálparbátinum at koma til Gasa. Eisini lýsti hann bátin sum eina "selfie-yacht við kendum fólki."

Eftir at manningin var tikin í varðhald, segði Katz í einum uppslagi á X, at hann hevði givið hermonnunum boð um, tá teir koma inn havnina í Asdod, at vísa aktivistunum video av álopinum hjá Hamas á Ísrael frá 7. oktober 2023.

Uttanríkisráðið í Ísrael sigur, at bólkurin royndi at skipa fyri eini fjølmiðlaprovokatión, hvørs einasta endamál var at “lýsa tey sjálvi.”

Í einari fyrri fráboðan mánadagin segði ráðið

-Ólógligar royndir at bróta stongslin til Gasa eru hættisligar, ólógligar og undirgrava áhaldandi menniskjalig átøk.”

Tað eru aðrir mátar at bera hjálp til Gasageiran, teir fevna ikki um Instagram selfies, legði ráðið afturat.

Sí eisini https://dimma.fo/grein/thunberg-fer-vid-seglbati-til-gasa

Mest lisið hesa vikuna

Eitt heilt óvanliga groft æl elvdi til stór skriðulop

8. juni kl. 08:30

Einar er farin

8. juni kl. 22:36

Føroyskur dansur og gott lag

Í gjár kl. 23:50

Kongshjúnini taka føroyingar á bóli

10. juni kl. 22:34

Myndir: Hotel Føroyar veistludøgurði

11. juni kl. 20:20

Myndir: Kongshjúnini vitja Tjarnir

11. juni kl. 15:00