Ongi úrslit

Thunberg fer við seglbáti til Gasa

Stevndi út úr siciliansku havnini Catania í Suðuritalia.

Jóhanna Højgaard
2. juni kl. 19:30

Veðurlagsaktivisturin Greta Thunberg fór saman við 11 øðrum aktivistum, seinnapartin í gjár til Gaza við einum báti.

Hesin báturin hevur til endamáls at bróta hertakanina hjá Ísrael av oyðilagda økinum, siga fyrireikararnir.

Seglbáturin Madleen, sum aktivistbólkurin Freedom Flotilla Coalition rekur, stevndi út úr siciliansku havnini Catania í Suðuritalia.

Tey ætla at royna at røkka strendunum á Gazageiranum fyri at royna at fáa hjálp inn og økja um “altjóða tilvitanina” og áhaldandi menniskjakreppuna, søgdu aktivistarnir á tíðindafundi sunnudagin undan fráferðini.

-Hetta gera vit, tí líkamikið hvørjum líkindum vit eru ímóti, so mugu vit halda fram at royna, segði Thunberg og brast í tár undir røðuni.

-Tí í somu løtu íð vit lata vera við at royna, er tá vit missa okkara menniskjaligheit.

Og líkamikið hvussu hættislig hendan uppgávan er, so er hon ikki eingongd líka hættislig sum tøgnin í øllum heiminum, ímóti fólkadrápinum sum verður stroymt beinleiðis," legði hon afturat.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

11 tímar síðan

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

5 tímar síðan