Fríggjakvøldið í næstu viku verður hol sett á MeistaraDedildini 2026 hjá monnum. Ársins fyrsti dystur verður Inni í Vika á Argjum, har AB fær vitjan av B68.
Men eingin dystur uttan dómarar.
Um vikuskiftið vóru allir úrmælingadómarar, -hjálpardómarar og -eygleiðarar á skeið á Hotel Føroyum, har síðsta hond bleiv løgd á fyrireikingarnar til komandi kappingarár.
Ein av teimum, sum aftur í ár verður at síggja við vallirnar, er Dan Højgaard. Seinnapartin fríggjadagin fekk FSF varpið orðið á Dan, sum millum annað greiðir frá, hvat er nýtt í fótbóltslógini, og hvat vit serliga koma at leggja merki til í hesum kappingarárinum.