Málleysur toppdystur á Anfield

Stórdysturin millum arvafíggindarnar í enskum fótbólti, Liverpool og Manchester United, endaði við javnleiki 0-0.

Dan Lamhauge
17. januar 2021 kl. 18:29

Tað vóru meistararnir úr Liverpool, sum tók ímóti arvafíggindunum úr Manchester United. Liverpool vann Premier Leauge sannførandi í fjør. Í ár vil onkur vera við, at skaðar hava darvað nakað. Hóast tað, so hava meistararnir ligið á odda í deildini líka til týskvøldið. Tá vunnu teir reyðu úr Manchester á Burnley og løgdu seg á odda. Tað sjálvsama við tí var, at hetta var fyrstu ferð síðani 2013, at Manchester United liggur sum oddalið í Premier League so seint í kappingini.

Tí var lagt upp til eitt brak á Anfield í kvøld, har arvafíggindarnir møttust í ektaðum toppdysti, har tær heilt stóru stjørnurnar møttust í dysti.

Tað var heimaliðið, sum stýrdi fyrra hálvleiki. Teir høvdu bóltin mest sum alla tíðina, meðan Manchester United meira dúvaði upp á skjót mótálop. Leikferðin var høg, men heilt stórir málmøguleikar vóru ikki. Tí var ikki so nógv at siga til, at onki mál kom í fyrra hálvleiki.

Liverpool legði bragdliga fyri í seinna hálvleiki, men megnaði ikki at skapa veruligar málmøguleikar. Sum hálvleikurin leið, kom Manchester United fyri seg, og høvdu teir eisini tveir møguleikar at skora mál og vinna dystin, men Alisson Becker í málinum hjá Liverpool stórbjargaði royndunum frá Fernandes og Pogba. Dysturin endaði málleysur, og liðini fingu hvørt eitt stig.

Manchester United liggur tí framvegis nummar eitt í Premier League