Í kvøld vann KÍ ársins fyrsta steyp. Stórsteypadysturin á Tórsvølli móti HB endaði við 1-0 sigri. Filip Brattbakk, sum fyrsta tíman var framrættaður í vinstru og so var vongverji í høgru, var skrásettur at vera málskjútti.
Árni Frederiksberg legði við hornasparki úr høgru bóltin afturum handara stólpa, har Jákup B. Andreasen úr stuttari fjarstøðu royndi seg við stótara, og umvegis Filip Brattbakk smoygdi bólturin sær dygst inn við stólpan.
KÍ hevði onkran annan málmøguleiki, meðan HB ongan upplagdar málmøguleika hevði.
-Vit eru nøgdir við hugburðin og avrikið, men tað sást, at vit mangla álopsspælarar. Teir fara vit nú at fáa, og við tí í huga, sum vit sóu í kvøld, so fer tað at síggja gott út, sigur Teitur Matras Gestsson, sum er ein av teimum á HB beinkinum.
Í fyrsta umfari í landskappingini fer HB annan sunnudag at spæla á Skála.
KÍ venjarin Magnus Powell er nøgdur við avrikið og sigurin.
-Eg kann ikki annað enn var nøgdur við tað, sum okkara spælarar vístu í kvøld, tí vit høvdu tak á spælinum mest sum alla tíðina. Eina lítla løtu fekk HB fatur á tí, men tað var skjótt, at vit fótaðu okkum aftur, sigur KÍ venjarin.
Eru tit nú fullmannaðir?
-René Shaki Joensen er langtíðarskaddur, og tað er neyðugt at finna ein nýggjan sentralan miðvallara. Í løtuni arbeiða vit við at loysa tann trupulleikan, sigur Magnus Powell.
Vit hittu eisini René Shaki Joensen, sum var á Tórsvølli og sá KÍ liðfelagarnar vinna Stórsteypið.
-Talan er um skaða í lærkrikanum, og nú havi eg fingið at vita, at tað verður ikki fyrrenn einaferð í summar, at eg verði førur fyri at spæla aftur, so í løtuni er tað ikki so hugaligt, sigur René Shaki Joensen.
Í fyrsta umfari í landskappingini fer KÍ annan sunnudag at spæla á útivølli móti 07 Vestur.
KÍ – HB 1-0 (0-0)
1-0: Filip Brattbak 56.
Dómari: Høgni Madsen
KÍ: Sebastian John – Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Gaston Tellechea, Daniel Johansen – Hallur Hansson, Jákup Norðoy Vilhelmsen, Jákup B. Andreasen – Árni Frederiksberg, Páll A. Klettskarð, Filip Brattbak
Á beinkinum: Géza Tamas Turi, Jonn Johannesen, Patrik Johannesen, Erlend Hustad, Martin Gonzales, Dávid Reynheim, Qussama Ali
HB: Bjarti Vitalis Mørk – Mathias Voss, Bartal Wardum, Per-Magnus Steiring, Ári Mohr Jónsson – Noah Mnenéy, Heðin Hansen, Ejvind R. Mouritsen – Ási P. Dam, Storm Bugge Pettersen, Heini Sørensen
Á beinkinum: Tróndur Sjúrðarson, Áki Johannesen, Dan í Soylu, Silas Bjarnason Joensen, Jógvan í Skála, Amidou Diop, Jógvan í Lon