Ongi úrslit

Magdalena Andersson forsætisráðharri kortini

Svenska tingið hevur aftur í dag atkvøtt fyri, at Magdalena Andersson skal vera forsætisráðharri í Svøríki. Magdalena Andersson varð eisini forsætisráðharri í farnu viku. Tá var hon í sessinum í sjey tímar, áðrenn hon tók seg aftur.

Steinar Patursson
Í gjár kl. 13:51

Tað verður Magdalena Andersson, ið verður svenskur forsætismálaráðharri hóast alt.

Ríkisdagurin hevur í dag aftur atkvøtt um hvørt Magdalena Andersson skal vera forsætisráðharri í Svøríki, og við 173 atkvøðum ímóti og 176 fyri ella blankum atkvøðum, varð Magdalena Andersson vald. Í Svøríki ræður tað um ikki at hava eitt fleirtal ímóti sær, sigur DR.

Magdalena Andersson varð annars vald til forsætisráðharra í farnu viku, og tá gjørdist hon fyrsti kvinnuligi forsætisráðharri í Svøríki.

Hon megnaði kortini bert at sita í sessinum í sjey tímar, áðrenn hon tók seg úr sessinum. Svenski Umhvørvisflokkurin tók seg úr stjórnarsamstarvinum, eftir at ein bláur fíggjarpolitikkur varð samtyktur, og tá valdi Andersson at taka seg aftur eftir bert sjey tímum.

Men tað verður so Magdalena Andersson kortini, ið verður forsætisráðharri í Svøríki.

Magdalena Andersson er á tingi fyri Sosialdemokratarnar.

Mest lisið hesa vikuna

Ferðafólk fyri borð á Norrønu

28. juni kl. 20:35

Nú er avgjørt hvør vinnarin er

26. juni kl. 08:30

Maður fyri borð á Norrønu - eru givin at leita

Í gjár kl. 22:48

Maður fyri borð á Norrønu: Eingin sá hvat hendi

13 tímar síðan

Norrøna farin aftur í sigling - leitingin heldur fram

28. juni kl. 21:08

Tvey hús á Toftum fingu skaða av spreinging

24. juni kl. 07:40