Ein heilsufakligur arbeiðsbólkur hevur nú skrivað eitt tilmæli um at skipa kanningar fyri arvaligar sjúkur í Føroyum.
Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum, hevur nú fingið tilmælið um at skipa kanningar fyri ílegusjúkur í Føroyum, sum tað eitur.
Tilmælið leggur upp til, at øll komandi foreldur fáa tilboð um at kanna, um tey eru berarar av ávísum deyðiligum ílegusjúkum, ið vit hava munandi meiri av í Føroyum enn aðrastaðni.
Mælt verður eisini til, at laga pinkubarna-kanningarnar betur til føroyska tørvin, og til ílegusjúkur, sum vit hava serliga nógv av í Føroyum.
Landsstýriskvinnan sigur, at við hesum tilmælinum hava vit eitt gott grundarlag, at fara víðari við arbeiðinum at tryggja, at vit í Føroyum hava eina skipan, sum kann fyribyrgja deyðiligum ílegusjúkum.
Harumframt hava vit eitt gott grundarlag at tryggja at børn, sum við ávísum, arvaligum sjúkur, fáa skjóta viðgerð, leggur hon afturat.
Tilmælið leggur upp til, at komandi foreldur fáa møguleika at vita, um tey eru berarar av seks deyðiligum, arvaligum sjúkum, sum ikki kunnu viðgerast. Mælt verður eisini til, at berarapør, og berarar, skulu fáa tilboð um arvafrøðilig ráðgeving.
Somuleiðis eigur dentur at verða lagdur á at undirvísing í arvaligum sjúkum í fólkaskúlanum og á miðnámsskúlum
Harumframt verður mælt til at víðka verandi pinkubarna-kanningarnar til eisini at umfata kanningar fyri ávísar ílegusjúkur, sum kunnu viðgerast, soleiðis at hesir nýføðingar kunnu setast í viðgerð skjótast gjørligt, áðrenn sjúkutekin vísa seg.
Landsstýriskvinnan, sigur, at nú fer hon at viðgera tilmælini saman við Heilsumálaráðnum, áðrenn støða verður tikin til, hvussu kanningar fyri ílegusjúkur í Føroyum skulu skipast.
Arbeiðsbólkurin var mannaður soleiðis:
Bjarni á Steig, stjóri í Heilsustýrinum, og hann var eisini formaður í arbeiðsbólkinum.
Noomi Oddmarsdóttir Gregersen, PhD og fulltrúi og verkætlanarleiðari í Heilsustýrinum.
Katrin Eivindardóttir Danielsen, PhD og fulltrúi í Heilsustýrinum.
Fróði Joensen, yvirlækni í Sjúkrahúsverkinum.
Birita K. Samuelsen, funktiónsleiðari á Rannsóknarstovuni í Sjúkrahúsverkinum.
Maria Skaalum Petersen, professari og leiðara á Heilsugranskingareindini í Sjúkrahúsverkinum.
Jan Simonsen, deildarstjóri í Heilsumálaráðnum.
Andreas Sjóvará, fulltrúi, Heilsumálaráðnum.