Ongi úrslit

Maður stungin í lærið á Tórsfest

Løgreglan vil fegin hava hjálp frá fólki til at finna hann.

Jóhanna Højgaard
27. juli kl. 08:21

Ein ungur maður var stungin í lærið til seinastu konsertina á Tórsfest.

Hann føldi onkran aftanfyri seg, vendi sær og sá ein annan ungan mann sum hann ikki kendi, men sum hann hevði onkran heilt lítlan tvídrátt við fyrr á kvøldinum.

Ikki fyrr enn nøkur sekund seinni, varnaðist hann at hann var knívstungin og at blóðið rann eftir lærinum.

Hann vendi sær aftur, men tá var hin maðurin vekk.

Ungi maðurin fór á sjúkrahúsið til viðgerð og staðfest var at hann var knívstungin.

Løgreglan vil fegin hoyra frá fólki sum, hava verið vitni til hesa hending, ella hava hoyrt okkurt sum kann hjálpa løgregluna at finna fram til mannin.

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

12. oktober kl. 16:56

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20

Fór á sjúkrahús eftir ógvusligt ferðsluóhapp í Vestmanna

12. oktober kl. 09:14

Funnu bløðandi mann uttan vit – leita eftir vitnum

Í gjár kl. 08:46