Amerikanska innlendismálaráðið skrivar á X, at amerikanska greinsueftirlitið Border Patrol skutu og drupu ein mann í Minneapolis undir, einum átaki móti ólógligari innflyting. Hann var 37 ár og amerikanskur statsborgari.
Sambært deildini var maðurin vápnaður, og umboðsmenn hjá Border Patrol royndu at avvápna hann, áðrenn ein frá patruljuni skeyt fleiri skot eftir honum.
Eitt videobrot er í umfar, har fleiri menn úr greinsopolitiinum fyrst løgdu mannin niður, og síðani var hann skotin.
Seinastu vikurnar hava stórar mótmælisgongur verið í Minneapolis, serliga móti innflytaramyndugleikanum ICE, sum hava at burturvísa útlendingar uttan uppihaldsloyvi. Teir vera av onkrum samanlíknaðir við Gestapo.
Ovastin hjá ICE, Gregory Bovino
Fyrr Í dag skrivaðu fleiri miðlar, at ein pápa og tvey ára gomlu dóttur hansara vóru tikin úr bili teirra á veg heim, og koyrdu tey í eitt flogfar til Texas. Pápin slapp ikki at koyra dóttrina inn til mammu sína áðrenn, og gentan bleiv tí eisini koyrd á flogfarið.
ICE hevur tó eina aðra forkláring. Teir siga at mamman ikki vildi taka dóttrina. Gentan er tó leyslatin nú.
Bæði JD Vance og Trump hava viðmerkt hendingina. Lokala løgregluleiðslan hava ikki svarað ICE enn, eftir at teir hava biðið teir hjálpt sær at halda skil á í býnum, skrivar Vance á X.
Eisini Donald Trump peikar eftir myndugleikunum. Hann dundrar ímóti borgarstjóranum og guvernørinum í Minneapolis, og ákærir teir fyri at eggja til ófrið.