Ongi úrslit

Má ikki koyrast í mikrobylgjuovnin!

Jóhanna Højgaard
5 tímar síðan

Ein 9 ára gamal drongur í Illinois var innlagdur á sjúkrahús við álvarsligum brunaskaðum, eftir at ein TikTok-trend gav honum íblástur til at seta sítt NeeDoh - eitt vælumtókt sansaleikutoy, í mikrobylgjuovnin.

Caleb Chabolla hoyrdi um gongdina við at hita skvisji-leikin frá einum vini í skúlanum, og avgjørdi at royna tað 20. januar, sigur Loyola Medicine í eini fráboðan.

Mamma hansara, Whitney Grubb segði, at hon hoyrdi eitt ræðandi skríggj, tá leikurin brast í andlitið og hendurnar á Caleb.

Hon tók sonin, hvørs eyga var bólgnað upp, á skaðastovuna útgangandi, hvaðani hann var fluttur til brunadepilin hjá Loyola Medicine í útjaðaranum av Chicago, Maywood, til víðari viðgerð og var har alla náttina.

Paula Petersen, sjúkrarøktarfrøðingur á brunadeplinum, sigur, at tað er fjórði tilburðurin av NeeDoh-relateraðum bruna, sum sjúkrahúsið hevur sæð í ár.

-Vit síggja neiligu úrslitini av TikTok-rákum alla tíðina sigur Kelly McElligott, samskipari á læknamiðstøðini í fráboðanini.

Mest lisið hesa vikuna

Rann niðan í fjøllini eftir ferðsluóhapp

1. februar kl. 14:37

Falskur politistur vitjar handlar í Havn

2. februar kl. 15:00

Jenis av Rana ávarar - men tann, sum tigir, hann samtykkir

2. februar kl. 12:40

Avaring: Umfatandi roynd at svika pengar frá fólki í Føroyum

Í gjár kl. 14:59

Tað eru serliga tvær orsøkir til at Smyril broytir ferðaætlan so ofta

2. februar kl. 07:52

Útlendingar sum fremja álvarslig brotsverk skulu blakast út

3. februar kl. 21:43