Ongi úrslit

Lutakastið verður mánakvøldið

Mánakvøldið klokkan umleið 20:30 verður lutakast um, hvussu spælast skal í fyrsta umfari og í fjórðingsfinalunum í kappingini um Løgmanssteypið hjá bæði kvinnum og monnum

Í fjør vóru tað KÍ og Jákup Biskopstø Andreasen, ið fóru avstað við Løgmanssteypinum hjá monnum - Mynd: www.FSF.fo
FSF/Hans Erik Danielsen
1 tími síðan

Um vikuskiftið fer MeistaraDeildin hjá kvinnum av bakkastokki, samstundis sum fult umfar í MeistaraDeildini hjá monnum eisini er á skránni.

Fyrsti dystur verður longu fríggjakvøldið klokkan 18:30 við Margáir í Streymnesi, har EB/Streymur og KÍ hittast í triðja umfari hjá monnum. Klokkan 19:00 byrjar so fyrsti dystur í MeistaraDeildini hjá kvinnum, tá NSÍ tekur ímóti Skála við Løkin í Runavík.

Eftir ætlan skuldu hinir dystirnir í triðja umfari hjá monnum og í fyrsta umfari hjá kvinnum verða sunnudagin. Men veðurforsøgnin fyri sunnudagin sær heldur ótespilig út, og tí er leikskráin broytt.

Tríggir av mansdystunum verða framskundaðir til leygardagin, ein verður útsettur til mánadagin, meðan dystirnir hjá kvinnum verða spældir mánadagin og týsdagin.

Tað verður tískil eftir dystin í Sarpugerði í Norðragøtu mánakvøldið, at lutakastið til steypakappingarnar hjá kvinnum og monnum verður avgreitt. Væntandi verður klárt at draga, tá klokkan nærkast hálvgum níggju, klokkan 20:30.

Lutakastið verður víst beinleiðis á Rás 1 í Televarpinum.

Mest lisið hesa vikuna

Tórbjørn varð innlagdur eftir at hava hildið røðu

15. mars kl. 11:45

Somu fólk elvdu til ófrið tvær ferðir - og slóu løgreglufólk

14. mars kl. 09:13

Fólkafloksmaður viðgongur: Skeivt at forskatta pensjónirnar

17. mars kl. 21:35

Stein - konservativir menn eru ein stórur trupulleiki

Í gjár kl. 13:15

Framvegis einki tamarhald á eldinum

17. mars kl. 21:11

Ann Thomsen 60 ár

14. mars kl. 10:46