LOT er eitt andaligt rytimskt kór ið hoyrir til Lívdina í Hoyvík. Tey eru nú boðin við á gospelfestival í Danmark.
Fólkini handan kórið eru Laila Carlsen og maður hennara, Henning Hjalt Nicodemussen. Hann er orkesturleiðari, og eru tey bæði kend nøvn í føroyska tónleikaheiminum.
Eg spurgdi Lailu, sum er kórleiðari, um hon hevði hug at siga nakrar reglur um hesa konsertina, og um hvussu tað kom í lag at sleppa at spæla í Tivoli?
“Kórið bleiv sett á stovn 2021 og hevði sína fyrstu konsert 29. august sama ár til upplatingina av nýggju Lívdini, á Vegnum Langa í Hoyvík. Vit hava sungið og spælt til yvur 50 konsertir, tiltøk og møtir kring alt landið seinastu 4 árini.
Tivoli konsertin kom í lag við at vit høvdu eina konsert í Lívdini í mai í 2024, har Vanja, systur mín, filmaði eitt brot at leggja út á sosialu miðlarnar. Hon sendi samstundis videobrotið til vinkonuna Lindu Andrews.
Linda Andrews kennir fyriskiparan av Tivoli Gospel Festival, og sá hon beinanvegin møguleikan at seta okkum saman í samskifti. Eg viðsti av ongum fyrr enn Linda hevði connecta meg við fyriskiparan. Har fingu vit so boðið um at framføra eina 30 min konsert á Pantomimeteatrinum í Tivoli leygardagin.”
Av tí at hetta er ein non-profit festivalur, so brúktu vit eitt sindur av tíð at gjøgnumhugsa, um tað kundi lata seg gera at fara avstað. Vit eru hóast alt 30 fólk í ferðalagnum, og skulu gjalda ferðing og uppihald sjálvi.
Vit avgjørdu so í felag at hetta høvdu vit hug at royna, og hava vit savnað pening inn og skaffað stuðlar, soleiðis at túrurin kann lata seg gera.
Okkum líkt, nú tá vit eru í Kbh. allíkavæl, so kunnu vit akkurát tað sama vitja onnur støð, og soleiðis kom vitjanin í Kristnastovu upp á pláss. Nakrir av okkara kórlimum sum áður hava búð í KBH, tóku samskiftið upp við Kristnastovu.
So kórið verður tí eisini at hoyra á møtinum fríggjakvøldið, har vit fara at leiða lovsangin.
Nøkur av løgunum sum verða framførd í Tivoli, verða eisini at hoyra hettar kvøldi, tó meira akustisk. Okkara egni Jógvan Zachariassen kemur eisini at hava eitt orð.”
Um Tivoli Gospel Festival:
Tivoli Gospel Festival er ein árligur gospelfestivalur, sum í ár verður hildin í Tivoli 10. - 11. mai. á trimum pallum, Plenuni, Orangerínum og Pantomimeteatrinum. Í ár vera 41 ymisk kór við, úr øllum Danmark inkl. Bornholm, og LOT sum tað einasta úr Føroyum.
Um LOT:
Kórið telur uml. 25 sangarar og 5 tónleikarar. Øll sum eru við, hoyra til Lívdina í Hoyvík.
LOT er at finna á bæði Facebook og Instagram
Konsertin á Pantomimeteatrinum verður leygardagin 10. mai kl. 13:10 - til 13:40. Tiltakið er frítt, tá man hevur keypt sær atgongd til Tivoli.
Til ber at lesa meira um Gospel Festivalen her Tivoli Gospel Festival
Møti og Lovsongur við LOT í Kristnastovu verður fríggjakvøldið 9. mai kl. 20.00 Kristnastova