Hetta var spurningurin, tá Kvinnufelagið í Havn altjóða kvinnudagin bjóðaði til ein drekkamunn og eitt opið kjak um støðuna hjá kvinnum í dag.
Nógv ymisk viðurskifti vórðu viðgjørd, men eitt, sum tær flestu nevndu, var lønin. Kvinnustørv eru láglønarstørv, og ofta skipað soleiðis, at kvinnur antin ikki orka ella ikki hava møguleika at arbeiða fulla tíð. Nógvar av hesum høvdu kunna arbeitt fulla tíð, um arbeiðsvikan bleiv stytt, og harvið høvdu tær eisini í mun til løn og pensjónsviðurskifti verið betri fyri.
Hóast barsilsviðurskiftini eru bøtt munandi seinastu árini, so er framvegis ikki javnstøða á hesum øki. Soleiðis sum skipanin er, er tað upp til foreldrini at semjast um at býta part av farloyvinum ímillum sín. Í javnstøðuhøpi varð víst á, at tað er týdningarmikið, at pápar eisini taka ein størri part av farloyvinum – bæði fyri familjuna og fyri at arbeiðsgevarar ikki velja starvsfólk út frá kyni. Umrøtt varð eisini, um partur av barsilsfarloyvinum eigur at verða markaður til pápar.
Pensjónsviðurskiftini vórðu eisini nevnd. Ójavni í arbeiðslívinum, og í barsli, sæst ofta aftur í pensjónini, og tí eru ábøtur neyðugar eisini á hesum øki.
Luttakarar vístu eisini á tað stóra arbeiðið, sum nógvar kvinnur gera ólønt í samfelagnum – bæði við at røkta familju og í sjálvbodnum arbeiði – og ynski varð sett fram um, at hetta arbeiðið fær størri virðing og tign.
Í kjakinum komu eisini fram ítøkilig uppskot til átøk. Eitt var, at lógaruppskot framyvir eisini skulu meta um javnstøðuligar avleiðingar undir partinum um “avleiðingar”. Eisini varð nevndur tørvurin á einari dagførdari javnstøðulóg og einum nýggjum javnstøðupolitikki.
Ein slíkur politikkur kundi við fyrimuni eisini umfatað átøk at forða fyri harðskapi móti kvinnum, eins og gingið á odda fyri at hava eitt null-tolsemi fyri niðrandi "skemti" vegna kyn í politiskum og samfelagsligum høpi.