Ongi úrslit

Løkke situr við lyklinum

Tað er møguleiki fyri, at fólkatingslimirnir úr Føroyum og Grønlandi kunnu fáa avgerandi leiklut í samráðingunum um nýggja stjórn í Danmark

Jóannes Hansen
2 tímar síðan

Nú klokkan 19 var fyrsta EXIT kanningin frá danska fólkatingsvalinum kunngjørd.

Kanningin vísir, at reyða vongurin hjá Mette Frederiksen fær 86 og blái fongur hjá Troels Lund Petersen fær 75 limir. Í miðjuni er Lars Løkke Rasmussen, sum í kanningini fær 14 limir í fólkatingið. Lars Løkke Rasmussen verður við hesum úrslitinum sentralur í samráðingunum um at skipa stjórn í Danmark.

Umframt hesar 175 limirnar eru tveir úr Grønlandi og tveir úr Føroyum. Tað skulu 90 til fyri at finna meirilutan í fólkatinginum.

Um EXIT verður veruleiki, so er neyðugt hjá Mette Frederiksen og reyða vonginum at fáa fýra aftrat.

12 flokkar bjóðaðu seg fram á fólkatingsvalinum í Danmark, og tað sær út til, at allir 12 flokkarnir fáa umboð í fólkatinginum.

 

Mest lisið hesa vikuna

Stein - konservativir menn eru ein stórur trupulleiki

19. mars kl. 13:15

Rýmdu av býráðsfundi í Havn - og klaga borgarstjóran

Í gjár kl. 08:13

Føroyskur lærari fær virðisløn

18. mars kl. 18:16

Fara fleiri eldri føroyingar at flyta til Danmarkar?

21. mars kl. 11:34

Endaliga úrslitið varð at fíggjarlógin gav avlop fjør

20. mars kl. 18:01

Eysturoyartunnilin – nú skal tunnilsgjaldið niður, langt niður

19. mars kl. 16:04