Ongi úrslit

Løgtingsval – ikki kommunuval

Rúnu Wenningsted Hansen, valevni fyri Fólkaflokkin
2 tímar síðan

Familjur, sum vilja seta føtur undir egið borð, mugu fáa møguleikan at fáa lán og gera eina íløgu í seg sjálva.

Í hesum valstríði er fokus á nógv ymisk øki, og nógv teirra hoyra til kommunurnar. Tí kunnu vit, sum stilla upp, ikki taka dagar ímillum og lova upp á nakkan á kommununum. Men vit kunnu taka ábyrgd, samstarva og geva kommununum betri fortreytir at virka.

Loysnin er samstørv. Kommunal samstørv er vegurin fram, tó mugu kommunurnar taka fyrsta stigið.

Fíggjarliga er hetta ikki ein grundgeving, tí umsitingin verður, alt annað líka, ikki bíligari.

Tá ið ein í meir enn 20 ár hevur búleikast í eini kommunu, sum bara er blivin betri og betri hjá familjum at liva í – við góðum dagstovnum, góðum frítíðarvirksemi, har tað er hægst 15 minuttir til eitthvørt frítíðarítriv og onnur felags tiltøk, hava vit ikki ein trupulleika. Eg haldi ikki, at orkan skal brúkast har.

Lat okkum fáa gjørt okkurt við møguleikan at búseta seg, taka lán og hava góðar fyritreytir fyri at virka í tí nærumhvørvinum, vit velja at búgva í. Um tað so skal eita útjaðaramenning, so lat okkum kalla tað tað.

Vel ein, sum hevur hjarta fyri familjuni.

Vel Rúnu Wenningsted Hansen.

Valdið til fólkið

– Vel Fólkaflokkin 26. mars

Mest lisið hesa vikuna

Tórbjørn varð innlagdur eftir at hava hildið røðu

15. mars kl. 11:45

Somu fólk elvdu til ófrið tvær ferðir - og slóu løgreglufólk

14. mars kl. 09:13

Fólkafloksmaður viðgongur: Skeivt at forskatta pensjónirnar

17. mars kl. 21:35

Framvegis einki tamarhald á eldinum

17. mars kl. 21:11

Stein - konservativir menn eru ein stórur trupulleiki

Í gjár kl. 13:15

Ann Thomsen 60 ár

14. mars kl. 10:46