Ongi úrslit

Løgtingslimur átalar at Føroyar nú fara at senda krígsútgerð til Ukraina

Áki Bertholdsen
16. desember kl. 13:52

Landsstýrið hevur gjørt av at bjóða Ukraina tveir skjóttgangandi bátar í sambandi við kríggið ímóti Russlandi.

Í tí sambandi hevur Landsstýrið biðið Løgtingið um fýra milliónir til endamálið, nú seinasta hond verður løgd á fíggjarlógina fyri næsta ár.

Bátarnir kunnu brúkast til at flyta serdeildir, til sjúkraflutning og annað virksemi hjá ukrainska flotanum, sigur Landsstýrið.

Umframt at tað nyttuna, ukrainski flotin fær burturúr bátunum, metir Uttanríkisráðið, at sum heild er tað eitt gott signal at senda umheiminum, at Føroyar, eins og lond flest um okkara leiðir, lata útgerð, ið styrkir evnini hjá Ukraina at verja seg.

Men tað er ikki allir tinglimir samdir í.

Jacob Vestergaard, tingmaður fyri Fólkaflokkin, heldur ikki at føroyingar skulu senda tað, hann kallar krígsútgerð, til Ukraina.

Sirið Stenberg er ikki longur landsstýriskvinna í uttanlandsmálum, hon er eisini landsstýriskvinna í krígsmálum, heldur Jacob Vestergaard fyri.

Hann vísir á, at Føroyar hava aldrin í søguni framleitt krígsútgerð til nakran og tí heldur hann at tað er eitt grundleggjandi brot á føroyskan uttanlandspoltikk, at vit fara at gera tað nú.

Og hann heldur eisini, at tað er serliga undarligt, at Landsstýrið bara ger tað sum eina viðmerking í Fíggjarlógini fyri næsta ár. Tvørtur ímóti heldur hann, at eitt so grundleggjandi skifti í føroyska uttanlandspolitikki eigur at verða lagt fyri Løgtingið, fyri at fáa greiði á løgtingsins vilja.

Sjálvur heldur hann ikki, at Føroyar skulu framleiða krígsútgerð til nakran yvirhøvur - og hann heldur eisini, at tveir skjóttgangandi bátar fara hvørki at gera frá ella til í krígnum ímóti Russlandi.

Tvørturímóti heldur Karlot Heirgeirsson, tingmaður fyri Framsókn, at hetta er eitt rætt stig hjá føroyingum at taka.

– Kunnu vit, við einum so lítlum íkasti, vera við til at berjast ímóti tí ónda, og verja okkara vesturlendsku virði, er hetta eitt rætt stig at taka, sigur hann.

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

Í gjár kl. 10:30

Soleiðis kann Suðuroyartunnilin fíggjast - uttan at ávirka búskapin nakað serligt

15. desember kl. 09:13

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

Í gjár kl. 16:27

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

12. desember kl. 09:55

Slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

16. desember kl. 10:02

Løgreglumaður sligin - vilja tryggja sær at maðurin ikki rýmir

14. desember kl. 09:17