Í dag eru fýra ár síðani, at Russland leyp á Ukraina, og síðani. Russland ført eitt oyðileggjandi kríggj móti ukrainska fólkinum.
Tað sigur Bjørt. Samuelsen, løgtingsforkvinna.
Á hesum fýra ára degi hevur Føroya Løgting nýtt høvi til at senda tingnum í Ukraina stuðulsskriv.
Kríggið hevur kostað ómetaliga nógv mannalív, hevur elvt til stóran materiellan skaða og hevur havt álvarsama ávirkan á frið og støðufesti í Evropa og í heiminum, sigur Bjørt Samuelsen, tingkvinna.
Í tí samandi er ukrainska flaggið vundið á stong saman við Merkinum uttanfyri Løgtingið.
– Formansskapurin vil á henda hátt vegna Løgtingið sýna áhaldandi stuðul til Ukraina.
Skrivið frá Føroya Løgtingið er sent Ruslan Stefanchuck, formanni í fólkavalda tinginum í Ukraina, Verkhovna Rada.
– Við hesum vilja vit vísa okkara áhaldandi stuðul og samuga við Ukraina og ukrainska fólkinum - og eisini teimum ukrainsku flóttafólkum, sum búga her í Føroyum, skrivar Bjørt Samuelsen.
Tað er okkara vón, at hetta oyðileggjandi kríggj fær eina enda og at góðar kreftir koma saman og fáa tað at henda.
Samstundis vísir Bjørt Samuelsen á, at Føroya Landsstýrið hevur harðliga fordømt russisku innrásini í Ukraina.