Tað er nú greitt, at føroyka stavraðið verður ikki broytt, so at stavirnir c, q, x, z og w aftur vera við í føroyska stavraðnum.
Sambandsflokkurin hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at fáa hasar stavirnar við aftur í føroyska stavraðið, tí hetta eru stavir, vit brúka hvønn einasta dag.
Sambandsflokurin sigur, at tað samsvarar við nútímans føroyska málbrúkið, eins og tað samsvarar við stavrøðini í nærum øllum teimum málum, føroyskt er skylt við, eitt nú enskt, danskt, norskt, svenskt, týskt, franskt og spanskt.
At hesir stavirnir formliga eru úti úr stavraðnum, hevur elvt til stórar praktiskar trupulleikar í skúlum og á málsøkinum yvirhøvur, sigur Sambandsflokkurin.
Men nú málið hevur verið til umrøðu í Mentanarnevndini, er tað greitt, at hvørki samgongan, ella Fólkaflokkurin taka undir við tí.
Tey vísa á, at í 2012 samtykti Løgtingið, næstan einmælt, at seta eitt Málráð. Eitt av endamálinum við tí var, at tað skuldi gera eitt stavrað.
Og árið eftir kom Málráðið við eini niðurstøðu um, hvussu stavraðið skuldi vera. Harvið átti tað málið at enda, halda tey í samgonguni og í Fólkaflokkinum.
– Løgtingið eigur tí, uttan mun til úrslitið, at virða niðurstøðurnar hjá meirilutanum í júst tí stovni, sum eitt næstan samt Løgting hevur samtykt skal gera slíkar niðurstøður - og longri átti hetta mál ikki at verið, sigur samgongan og Fólkaflokkurin.
Tey siga eisini, at sum heild hava øll góðtikið nýggja stavraðið og tað tykist heldur ikki sum um at tað hevur elvt til nakrar stórar, praktiskar trupulleikar, hvørki í skúlum ella aðrastaðni, at hasir stavirnir ikki eru við.
Tað er eisini stór semja um, at tað eru ikki politikarar, sum skulu taka støðu til, hvussu stavraðið skal vera, og tí mæla samgongan, og Fólkaflokkurin, Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.