Ein tepur meiriluti í Løgtinginum hevur akkurát nú samtykt at hækka pensjónsaldurin so líðandi til hann er komin upp í 69 ár í 2038
Stórur spenningur var um málið, tí tað er greitt, at øll andstøðan er ímóti.
Samstundis hevur Framsókn gjørt greitt, at verður pensjónsaldurin ikki hækkaður, verður talan ikki um at fara undir nakran Suðuroyartunnil
Sostatt eru málið um pensjónsaldurin, og málið um Suðuroyartunnilin óloysiliga tengd saman.
Og av tí sama boðaði Liljan Weyhe tingkvinna fyri Tjóðeldi, frá, at hon tekur ikki undir við málinum um at hækka pensjónsaldurin, tí hon er eisini ímóti fyriliggjandi ætlan um at bjóða Suðuroyartunnilin út.
Samstundis hevur Ingilín Didriksen Strøm ført fram, at ætlanin at hækka pensjónsaldurin, og ætlanin at stytta arbeiðsvikuna, hanga saman. Men uppskotið um at lækka arbeiðsvikuna, er ikki framt, so tað var stórur spenningur um, hvat hon fór at gera.
Men tað vísti seg, at hon stóð saman við restini av samgonguni stóð saman um málið, og sostatt vóru 16 atkvøður fyri og 15 atkvøður og tað er akkurát nokk til at málið varð samtykt.
Tað eru bar 31 tinglimir til staðar í Løgtinginum: Annika Olsen úr Tjóðveldi, sum hevði atkvøtt fyri og Johan Dahl, sum hevði atkvøtt ímóti, vóru ikki til staðar í Løgtinginum tá ið atkvøtt var.
Harafturat boðaði bæði Ingilín Didriksen Strøm, og løgmaður frá, at ætlanin at stytta arbeiðsvikuna, skal fremjast.
Harafturat váttaði Margit Stórá, landsstýriskvinna, sum umsitur lógina um 40 tíma arbeiðsviku, sigur, at arbeitt verður víðari við málinum um at stytta arbeiðsvikuna.
Men hetta er bara fyrri hálvleikur, tí málið skal samtykkjast einaferð afturat, áðrenn tað er endaliga samtykt og kann setast í gildi.
Tann viðgerðin verður helst seinni í vikuni.