Ongi úrslit

Løgtingið endaliga samtykt málið um fleiri tiltøk ímóti Russlandi

Áki Bertholdsen
2. desember kl. 13:41

Løgtingið hevur nú endaliga samtykt uppskotið um at geva landsstýrinum heimild til at seta fleiri tiltøk í verk ímóti Russlandi.

Tað varð samtykt við 17 atkvøðum fyri og 12 ímóti.

Tað var samgongan, og Jenis av Rana úr Miðflokkinun, sum samtyktu uppskotið.

Men Miðflokkurin er í tvíningum í hesum máli tí hin tinglimurin úr Miðflokkinum, Steffan Klein Poulsen, atkvøddi ímóti.

Tað, sum hevur verið mest frammi í hesum máli, er at útihýsa skipum hjá tveimum feløgum, tí skipini eru undir illgruna fyri at njósnast.

Landsstýriskvinnan í uttanlandsmálum, Sirið Stenberg, sigur, at eingi tiltøk verða sett í verk fyrrenn hon hevur ráðført seg við uttanlandsnevndina. Og í tí sambandi skulu allir tættir takast við, eisini hvussu tað fer at ávirka føroyska búskapin,

Mest lisið hesa vikuna

Hvør ræður fyri Runavíkar kommunu?

Í gjár kl. 20:15

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

Í gjár kl. 09:55

Man tað ikki fara at ganga? Nei – tað ger tað ikki meir!

10. desember kl. 09:38

Aftur innbrot í nátt - fleiri túsund krónur stolnar

11. desember kl. 07:48

Tveir ungir bilførarar fingu koyriforboð

9. desember kl. 07:44

Tórshavnar Býráð fer at leggja gjald á tóm hús

Í gjár kl. 11:14