Ongi úrslit

Løgreglan tók fleiri bilførarar í gjár og í nátt

Áki Bertholdsen
20. sepember kl. 09:45

Í gjár var løgreglan á rundferð norðan fyri, har tey kannaðu ferðsluna. Og í tí sambandi vórðu fleiri bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt, og nakrir av teimum fingu eisini klipp í koyrikortið.

Á Strondum fingu tríggir bilførarar klipp í koyrikortið fyri at koyra góðar 70 kilometrar um tíman har tað annars bara er loyvi at koyra 50.

Umframt klippið, fáa bilførararnir eisini einar 2.500 krónur í bót.

Í Runavík fekk førarin á einum lastbili eisini klipp í koyrikortið fyri at koyra 68 á einum strekki í bygdum øki, har tað bara er loyvt at koyra 50.

Umframt klippið, fær førarin eisini 3.000 krónur í bót.

Tað eru strangari reglur fyri lastbilar enn fyri persónbilar. Ein lastbilur skal bara koyra 16 kilometrar skjótari enn loyvt er, so fær førarin klipp, men ein persónbilur skal koyra 21 kilometrar skjótari enn loyvt er.

Umframt hesir fýra bilførararnir, sum fingu klipp í koyrikortið, vóru tað eisini fleiri aðrir, sum fingu bót.

Í nátt varð ein bilførari tikin fyri at koyra við kenning í Klaksvík. Og tá ið løgreglan steðgaði einum bili í Havn, hevði ta eina fólki í bilinum eina lítla nøgd av hassji uppi á sær, so tað verður viðkomandi skuldsettur fyri.

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

17. desember kl. 10:30

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

17. desember kl. 16:27

Soleiðis kann Suðuroyartunnilin fíggjast - uttan at ávirka búskapin nakað serligt

15. desember kl. 09:13

Slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

16. desember kl. 10:02

Vit vóru noydd at siga nei

Í gjár kl. 12:19

Løgreglumaður sligin - vilja tryggja sær at maðurin ikki rýmir

14. desember kl. 09:17