Ongi úrslit

Løgreglan tók 11 bilførarar í gjár - og ein á motorsúkklu

Áki Bertholdsen
1 tími síðan

Í gjár var løgreglan fleiri staðni á meginøkinum og kannaði ferðsluna, og tey gjørdu eitt óvanliga gott hál.

Uppá ein tíma vórðu fimm bilførarar í Havn tiknir fyri at tosa í fartelefon ímeðan teir koyrdu - og seinni varð ein tikin afturat.

Teir fáa allir seks eina bót upp á 1.500 krónur um framt at teir eisini fáa klipp í koyrikortið.

Fleiri vórðu eisini tikin fyri at koyra ov skjótt - og summi teirra koyrdu alt ov skjótt.

Tveir bilførarar mistu koyrikortið fyri at koyra ov skjótt. Ein bilførari kordi 81 kilometrar í bygdum øki í Havn, har tað er loyvt at koyra 50, og tað var akkurát nokk til at spæla sær av við koyrikortið. Ein annar koyrdi 84 og eisini hann missur koyrikortið.

Tríggir aðrir bilførarar fingu bót og klipp í koyrikortið fyri at koyra ov skjótt.

Ein koyrdi 71 í bygdum øki og tveir koyrdu ávikavist 103 og 106 kilometrar um tíman á einum strekki í Eysturoy har tað er loyvt at koyra 80.

Og so varð ein førarin á eini motorsúkklu eisini steðgaður tí hann koyrdi 68 á einum strekki, har tað er loyvt at koyra 50 og tað fær hann bót og klipp fyri.

Løgreglan var eisini eftir einum bilførara tí hann koyrdi so óstøðugt, at tey høvdu illgtuna um at hann var ikki edrúur.

Men tað var hann. Hann hevði bara fingist við alt møguligt í bilinum ímeðan hann koyrdi, og so var koyringarlagið hareftir.

Hann fekk ikki bót, men nøkur borgarlig orð við sær frá løgregluni um at koyra bil tá ið hann koyrdi bil - og ikki at fáast við alt møguligt annað.

Mest lisið hesa vikuna

Halda at tað er pallsett

22. apríl kl. 18:30

Sleppa at ferðast ókeypis - í eina heila viku

22. apríl kl. 11:50

Skulu vit hava fólkaræði ella teknokrati?

23. apríl kl. 10:23

Fer at kanna møguleikan fyri at byggja eitt nýtt Løgtingshús

24. apríl kl. 08:39

Óhugnaligt rák vindur uppá seg

12 tímar síðan

Ikki eiti á samgongubyrjan - 20 milliónir markaðar til bileigarar

23. apríl kl. 00:18