Ongi úrslit

Løgreglan ávarar fólk nú svarti fríggjadagurin nærkast

Áki Bertholdsen
24. november kl. 11:08

Fríggjadagin er svarti fríggjadagur, sum skal vera ein av ársins størstu útsøludøgum.

Men tað er ikki vandaleyst, tí tað er eisini í hesum sambandi, at svikarar eru serliga úti um seg at lumpa fólk, sum vilja gera kvettið í onkrum handli.

Í hesum sambandi sigur løgreglan, at nú eru svikarar í fullari ferð við at fyrireika góð tilboð og falskar heimasíður fyri at lumpa okkum.

Svarti fríggjadagur – ella "Black Friday", sum hann eitur á handilsmáli – kann skjótt gerast dýrkeyptur fyri tey, sum ikki eru serliga varin, sigur løgreglan.

Her eru nøkur góð ráð frá løgregluni í sambandi við svarta fríggjadagin:

• Ljóðar eitt tilboð ov gott til at vera satt, er tað allar helst eisini so.

• Hygg væl at leinkinum, áðrenn tú trýstir á tað. Sær tað illgrunasamt út?

• Trýst ongantíð á eitt leinki á sosialum miðlum, men far beinleiðis inn á heimasíðuna hjá fyritøkuni.

• Hygg um tilboð hava undarligar/skeivar upphæddir.

• Kanna upphæddina og navnið á fyritøkuni, áðrenn tú góðkennir við Nets.

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

Í gjár kl. 10:30

Soleiðis kann Suðuroyartunnilin fíggjast - uttan at ávirka búskapin nakað serligt

15. desember kl. 09:13

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

Í gjár kl. 16:27

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

12. desember kl. 09:55

Slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

16. desember kl. 10:02

Løgreglumaður sligin - vilja tryggja sær at maðurin ikki rýmir

14. desember kl. 09:17