– Øll, ið eru við í arbeiðnum at fyrireika Suðuroyartunnilin, arbeiða fyri, at ein hann skal vera tryggur.
Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður. Liljan Weihe, tingkvinna fyri Tjóðveldi, sum ikki tekur undir við verandi ætlan um Suðuroyartunnil, hevur sett honum nakrar spurningar um trygdina í tunlinum.
Tað er tí, at nógv, eisini fólk ið verða kallað serfrøðingar, hava sátt iva um trygdina.
Løgmaður sigur, at arbeitt verður við at finna ta tryggastu loysnina.
Løgmaður vísir á, at altjóða reglur um trygt í tunlum, eru bygdar á ymsar fortreytir um, hvussu nógvir bilar koyra ígjøgnum og hvussu langur tunnilin.
– Tá ein tunnil fellur uttan fyri hesar fortreytir, verður trygdin løgd eftir eini ítøkiligari váðameting, sigur løgmaður
Tað er beinleiðis ásett í norsku Tunnelsikkerhetsforskriften, at myndugleikin kann góðkenna aðrar trygdarloysnir enn vanligu krøvini áseta, sigur Aksel V. Johannesen
Tað er ikki rætt at lýsa støðuna soleiðis, at trygdarkrøv verða sett til viks. Heldur er talan um at gera sum reglurnar sjálvar leggja upp til - nevniliga at gera eina váðameting í serligum førum.
Við øðrum orðum verður talan ikki um verri trygd, men um eina øðrvísi trygdarlýsing, sum hóskar til tað lágu ferðsluna og umstøðurnar annars, sigur hann
Av tí, at málið hevur so stóran, almennan áuga, prenta við spurningar og svar í heilum líki
Fyrispurningurin var soljóðandi:
1. Er nakar nýggjur ella komandi tunnil í verðini, sum er líka langur ella longri enn Suðuroyartunnilin, sum ikki hevur tvey tunnilsrør?
2. Nær er avgerð tikin um, at Suðuroyartunnilin bert skal hava eitt tunnilsrør uttan rýmingarleiðir, og hvør hevur tikið hesa avgerð?
3. Hví verður vikið frá altjóða minimumstrygdarkrøvum ísv. Suðuroyartunnilin?
4. Hvussu verður tryggjað, at trygdin er í lagi, um farið verður undir verandi ætlanir um Suðuroyartunnilin?
Svar:
Fyrst vil eg vísa á, at øll, ið taka lut í fyrireikingunum, arbeiða fyri, at ein møguligur Suðuroyartunnil verður tryggur.
Drúgvar mannagongdir og góðkenningartilgongdir mynda arbeiðið, sum er at koma fram til tryggastu loysnina.
Til spurning 1
Eftir tí eg havi fingið upplýst frá ráðgevunum og P/F Suðuroyartunnilin, eru í nýggjari tíð ikki bygdir tunlar við einum røri, ið eru longri enn umleið 10 km, og ráðgevararnir og tunnilsfelagið eru heldur ikki vitandi um ítøkiligar ætlanir um at byggja slíkir tunlar.
Orsøkin til, at flest allir sera langir tunlar hava tvey rør, er fyrst og fremst stór ferðsla - ikki bert longdin á tunlinum.
Við Suðuroyartunlinum er støðan øðrvísi: tunnilin verður sera langur, men ferðslan væntast at vera nógv minni enn í teimum londum, sum altjóða standardar vanliga byggja á.
Suðuroyartunnilin er tí ein serlig verkætlan.
Tí kann hann ikki beinleiðis samanberast við vanligar tunlar í Evropa, sum reglur og standardloysnir oftast byggja á. Reglurnar um tunnilstrygd eru eisini soleiðis, at í serligum førum skal gerast ein ítøkilig váðameting, og myndugleikin kann góðkenna aðrar loysnir, um tað kann prógvast, at trygdin er á sama støði ella betri.
Til spurning 2
Núverandi lógaruppskot snýr seg um at fyrireika, prosjektera og bjóða út verkætlanina, soleiðis at eitt komandi Løgting kann taka støðu á fullfíggjaðum grundarlagi.
Í forprosjektinum (myndugleikaprosjektið) varð mælt til eina loysn við einum røri við ferðslu báðar vegir, tí hetta varð mett at vera realistiska loysnin út frá heildarmeting av trygd og kostnaði.
Valið av einari loysn við einum tunnilsrøri er ikki ein einstøk avgerð tikin í einari ávísari fasu av verkætlanini.
Tað er heldur ein niðurstøða, sum hevur gingið aftur í fleiri fakligum arbeiðum og metingum gjøgnum longri tíð.
Landsverk staðfesti longu í februar 2017 (Suðuroyartunnil, Notat um innleiðandi fyrireiking), at ein beinleiðis tunnil millum Sandoy og Suðuroy verður umleið 23 km langur, og at sjálv longdin er størsta trygdaravbjóðingin.
Tí varð mælt til, at trygdarstigið skuldi ásetast við einari serligari trygdarkanning og útrokningum av ymiskum trygdartiltøkum, heldur enn bert at fylgja vanligum standardloysnum fyri tunlar.
Í samferðsluætlanini 2018-2032 vóru tveir høvuðsmøguleikar lýstir:
· beinleiðis tunnil umleið 23 km
· tunnil til Skúvoy og víðari til Suðuroy, har longra strekkið var umleið 17 km
Kostnaðarmetingarnar í samferðsluætlanini samsvara við kostnaðarstøðið fyri føroyskar undirsjóvartunlar, sum í praksis eru gjørdir í einum røri.
Hetta bendir á, at arbeiðið longu tá tók støði í einari loysn við einum tunnilsrøri. Ein arbeiðsbólkur við umboðum frá m.a. Eystur- og Sandoyartunlar, Landsverk, Fíggjarmálaráðið og Samferðslumálaráðið arbeiddi víðari við linjuføringum í 2019.
Har varð beinleiðis arbeitt út frá einari loysn við einum røri, tí ein loysn við tveimum parallellum tunlum varð mett ov kostnaðarmikil í mun til væntaðu ferðslumongdina.
Samstundis varð longu tá arbeitt við kompenserandi trygdarloysnum, eitt nú trygdarrúmum, antin sum bygd inn í fjallið, ella sum prefabrikeraði.
Gongdin í málinum vísir, at:
· longdin á tunlinum hevur allatíðina verið høvuðsavbjóðingin,
· trygdarstøðið skuldi tí ásetast við váðametingum,
· arbeiðið hevur frá byrjan tikið støði í einum tunnilsrøri og
· trygdin skuldi tryggjast við samansettum trygdartiltøkum heldur enn eyka røri. Sostatt er verandi loysn ein framhaldandi faklig linja í arbeiðinum við Suðuroyartunlinum.
Til spurning 3
Tað er ikki rætt at lýsa støðuna soleiðis, at trygdarkrøv verða sett til viks. Heldur er talan um at gera sum reglurnar sjálvar leggja upp til – eina váðagrundaða meting í serligum førum.
Altjóða tunnilstrygdarreglur eru í høvuðsheitum bygdar á vanligar fortreytir sum ferðslumongd og tunnilslongd.
Tá ein tunnil fellur uttan fyri hesar standardfortreytir, leggja reglurnar í staðin upp til, at trygdarstøðið verður staðfest við ítøkiligum váðametingum av samlaðu loysnini.
Í norsku Tunnelsikkerhetsforskriften er beinleiðis ásett, at myndugleikin kann góðkenna aðrar trygdarloysnir enn standardkrøvini, um hesi ikki kunnu fremjast ella bert kunnu fremjast við órímiliga ósamsvarandi høgum kostnaði, og um kompenserandi tiltøk kunnu geva samsvarandi ella betri trygd.
Hetta skal prógvast við váðagreining sambært § 8 og § 10 í forskriftini. Í praksis verður slík váðastýrd tilgongd eisini nýtt í Noregi.
Har verður longu í dag givið undantak frá kravi um neyðútgongdir í tunlum upp til 10 km, tá ferðslan er lág (undir 8.000 akfør um samdøgrið/4.000 pr. koyribreyt), og váðagreining vísir nøktandi trygd. Hetta vísir, at reglurnar verða brúktar eftir sínum endamáli: trygdarstøðið verður staðfest við fakligari meting av váða heldur enn við føstum tekniskum krøvum í øllum førum.
Í arbeiðinum við Suðuroyartunlinum verður júst arbeitt eftir hesum leisti: ein samlað trygdarloysn verður mett út frá váðagreiningum og kompenserandi trygdartiltøkum heldur enn bert talinum av tunnilsrørum. Við øðrum orðum: Ikki minni trygd – men ein onnur trygdarlýsing, sum hóskar til lága ferðslu og umstøðurnar annars.
Í arbeiðinum við Suðuroyartunlinum er dentur lagdur á, at trygdarmetingarnar ikki einans verða gjørdar av teimum somu, sum prosjektera tunnilin. Eftir teimum meginreglum, sum verða nýttar av vegmyndugleikum í Noregi, skal óheftni tryggjast soleiðis, at tey, sum gera váðagreiningar, ikki eru tey somu, sum gera prosjekteringina.
Hetta merkir, at sami persónur ella sama deild ikki bæði kann prosjektera og samstundis meta um trygdina av síni egnu loysn. Í praksis kann hetta skipast við organisatoriskum skilnaði, eitt nu ymiskar deildir í sama felag ella við uttanhýsis fakligari eftirkanning.
Í sambandi við fyrireikingar av Suðuroyartunnilinum eru váðametingarnar gjørdar eftir hesum leisti og eru harumframt eftirmettar av óheftum 3. parti.
Eftirmetingarnar hava ikki funnið viðurskifti, sum tala ímóti, at tunnilin kann prosjekterast og rekast við nøktandi trygd, treytað av, at tilmæltu trygdartiltøk verða gjørd.
Til spurning 4
Trygdin verður ikki endaliga fastløgd í forprosjektinum, men í einari skipaðari myndugleikagongd, sum skal tryggja, at tunnilin ikki kann prosjekterast ella bjóðast út uttan at trygdarstigið er mett nøktandi. Forprosjektið lýsir trygdarkonceptið uttan endaliga at áseta tøkniligu loysnirnar.
Tillagingar eru gjørdar í upprunaliga forprosjektinum (Skúvoy er knýtt uppí og trygdarrúm eru komin við aftrat) og ískoyti er skrivað til trygdargreiningina til forprosjektið.
Endaliga trygdarstigið verður úrslit av eini tilgongd, sum heldur fram.
Landsverk verður góðkenningar- og eftirlitsmyndugleiki og skal:
· góðkenna forprosjektini, áðrenn farið verður víðari til sjálva prosjekteringina og hava eftirlit við, at prosjekteraða verkætlanin er í samsvari við ta góðkenningina, áðrenn verkætlanin verður bjóðað út,
· hava eftirlit við byggingini,
· og góðkenna lidna tunnilin, áðrenn hann letur upp fyri ferðslu.
Í samskifti hevur Landsverk boðað tunnilsfelagnum frá, at viðgerðin ikki kann setast í gongd vegna vantandi lógarheimild.
Landsverk bíðar eftir, at løgtingslógin um fyrireiking, prosjektering og útboð av Suðuroyartunli (LM 66-2025) verður samtykt.
Í mun til spurningin um ítøkiligar loysnir, so sum trygdarrúm, verða góðkendar, hevur Landsverk gjørt greitt, at sum myndugleiki kann Landsverk ikki úttala seg um møgulig úrslit av eini myndugleikatilgongd, áðrenn hon hevur verið.
Landsverk hevur tó gjørt vart við, at fyriliggjandi tilfar ikki er nøktandi. Myndugleikatilgongdin verður ein samlað meting av innsendum tilfari, saman við teimum reglum og normum, sum annars eru galdandi á økinum.
Um lógaruppskotið verður samtykt, verður farið undir arbeiðið at dagføra umsóknina og gera neyðugar tillagingar í mun til tilfarið, sum fyriliggur.
Ítøkilig váðameting skal gerast, har samlaða trygdarloysnin verður prógvað, og tilbúgvingargreining gjørd. Talan verður um eina tilbúgvingarætlan undir bygging og eina fyri lidna tunnilin. Ein tilbúgvingar- og rakstrarskipan verður gjørd, har m.a. kunnu verða ásett:
· neyð- og bjargingartilgongdir,
· ventilatión og roykstýring,
· kunningarskipanir og stýring av ferðslu og
· trygdarrúm og onnur kompenserandi trygdartiltøk.
Trygdarstøðið verður sostatt ásett út frá einari heildarloysn, har fleiri tiltøk virka saman. Greiningarnar verða grundarlagið undir myndugleikagóðkenningini, og verkætlanin kann ikki fara víðari í tilgongdini uttan hesa góðkenning.
Landsverk hevur í november 2025 gjørt eitt notat um myndugleikaviðgerð av Suðuroyartunlinum, sum ætlandi verður galdandi, um Løgtingið samtykkir uppskotið, og tá Landsverk gerst góðkenningar- og eftirlitsmyndugleiki fyri verkætlanini.
Í notatinum “Myndugleikaviðgerð av Suðuroyartunlinum” frá november 2025, leggur Landsverk upp til, at fyri Suðuroyartunnilin skulu trygdarmetingar og góðskutryggingar gerast av óheftum pørtum.
Landsverk metir, at somu ráðgevar ikki bæði kann prosjektera, trygdarmeta og góðskutryggja verkætlaninia. Metingin av trygd og góðsku skal gerast av felag ella ráðgeva, ið er fullkomiliga óheft bæði av tunnilsfelagnum og ráðgevum, ið Tunnilsfelagið brúkar.
Vísandi til svar uppá spurning 3 tykist tað tó, at Landsverk leggur eina strangari tulking av óheftni til grund enn hon, ið vanliga verður nýtt av vegmyndugleikum í Noregi. Um lógaruppskotið um Suðuroyartunnilin verður samtykt, verður hetta tí tikið upp við Landsverk við tí endamáli at fáa greiðu á, hvussu góðkenningarleisturin endaliga skal skipast í verkætlanini.
Samanumtikið merkir hetta, at Løgtingið ikki tekur støðu til ein lidnan tunnil nú, men til eina tilgongd, har tunnilin bert kann gerast og latast upp, um fakligir myndugleikar staðfesta, at trygdin er nøktandi.