Ongi úrslit

Løgmaður reinsar landsstýrskvinnuna í fíggjarmálum

Hon breyt ikki lógina tá ið skattareglurnar hjá teimum, sum arbeiða uttanlands, vórðu broyttar

Áki Bertholdsen
20. januar 2025 kl. 16:25

Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, breyt ikki lógina tá ið skattareglurnar hjá teimum, sum arbeiða uttanlands, vórðu broyttar. Tað staðfestir Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Jørgen Niclasen hevur annars reist spurningin um hon breyt lógina. Løgtingsmaðurin vísir á, at fyri jól setti landsstýriskvinnan í fíggjarmálum eina kunngerð í gildi har føroyingar, sum hava uttanlandsinntøku, serliga fólk sum sigla við norskum skipum, og arbeiða í Norra, skulu rinda meiri í skatti.

Jørgen Niclasen vísir á, at eftir stýrisskipanarlógni kann eingin skattur av nøkrum slagi verða settur í verk uttan við løgtingslóg.

Tí vil hann hava at vita frá løgmanni um Ruth Vang hevur brotið lógina tá ið hon - uttan um Løgtingið - hækkaði skattin hjá fleiri løntakarum.

Sambært stýrisskipanarlógini skal landsstýrið eisini ráðføra seg við Uttanlandsnevndina hjá Løgtinginum, áðrenn avgerðir verða tiknar, ið hava stóran uttanlandspolitiskan týdning.

Tí spurdi Jørgen Niclasen eisini løgmann um landsstýriskvinnan ikki átti at ráðført seg við Uttanlandsnevndina, áðrenn ein so stór avgerð sum at broyta norðurlendska tvískattasáttmálan varð tikin.

Men Aksel V. Johannesen sigur, at alt er farið fram eftir bókini. Hann sigur at hetta snýr seg ikki um at áleggja nøkrum skatt, men um at broyta skattareglurnar. Tí skal málið heldur ikki fyri Uttanlandsnevndina.

Og broytingarnar eru gjørdar við grundarlagið í lógum, Løgtingið hevur samtykt í 2018 og longu tá varð boðað frá, at landsstýrið ætlaði at broyta reglurnar.

Løgmaður leggur afturat, at tá ið Jørgen Niclasen var landsstýrismaður í fíggjarmálum, legði hann sjálvur uppskot fram, har mælt var til at broyta reglurnar.

Mest lisið hesa vikuna

Eg fari ikki at liggja á knæ fyri búgvandi á skúlaheiminum

20. apríl kl. 22:35

Halda at tað er pallsett

22. apríl kl. 18:30

Sleppa at ferðast ókeypis - í eina heila viku

22. apríl kl. 11:50

Lønirnar hjá fleiri útlendskum sjómonnum við føroysum skipum eru ov høgar

21. apríl kl. 09:00

Skulu vit hava fólkaræði ella teknokrati?

23. apríl kl. 10:23

Fara aftur at leggja uppskot fyri Løgtingið um fosturtøku

21. apríl kl. 11:10