Kendi fótóltsspælarin í Liverpool, 28 ára gamli, Diogo Jota úr Portugal, er deyður í ferðsluvanlukku í Spania. Tað skriva stórir, altjóða miðlar beint nú og tey siga, at spanska løgreglan hevur váttað tað. Hann var eisini á portugisiska landsliðnum. Yngri beiggi hansara 26 ára gamli Andre, var eisini í bílinum og hann læt somuleiðis lív.
Teir koyrdu út av og eldur kom í bilin og teir lótu báðir lív.
Diogo jota varð giftur fyri eini góðari viku síðani og tey áttu trý børn.