Vit vita at tey eru har. Tómu húsini kring landið. Hvussu kunnu vit fáa lív aftur í hesi húsini, meðan vit byggja nýggjar bústaðir ? At byggja nýtt tekur ofta 2–4 ár til klárt er at flyta inn; og tað kostar 3-4 milliónir krónur ella meira at byggja eini einfamiljuhús. Byggitíðin til størri íbúðar øki er oftani longri. Vit hava ein trupulleika nú, sum vit helst skulu loysa nú, og her kundu tómu húsini komið meira í spæl.
Fólkatalið í fleiri bygdum minkar. Samstundis standa alt fleiri hús tóm – ofta eldri hús, sum hava verið í familjum í ættarlið. Um hesir bústaðir aftur koma í nýtslu, kunnu ungar familjur flyta inn og skapa nýtt lív í lokalsamfeløgunum.
Ein møguleiki er at gera tað lagaligt at selja húsini. Men tað eru nógv sum ikki vilja lata húsini fara úr familjuni. Annar møguleiki var at man kundi fingið møguleikan at “lánt” (leiga) síni hús á bygd út í avmarkað áramál, t.d. komandi fimm árini undir serligum lagaligum treytum í mun til skatting. Kanska kundu leiguinntøkurnar verið brúktar til seinni umvæling/dagføring av húsunum, sum kundu fingið serliga MVG frítøku ella serliga lagaliga hjálp til at skifta til varandi orku (hitapumpu, jarðhita ella sólorku).
Her kunnu nógv fólk gera ein mun til at loysa bústaðaravbjóðingini. Við at frígeva arvaðu húsini á bygd í eitt ávíst áramál og fáa lagaligar treytir til dagføring av húsunum aftaná. Ljóðar tað ikki sum ein win-win støða ?
Sambært Hagstovuni verða 10–15 % av bústøðunum í Føroyum ikki nýttir sum fastir bústaðir. Tað svarar til fleiri hundrað hús og íbúðir kring landið. 480 av hesum eru í Tórshavnar kommunu, 255 í Klaksvíkar kommunu, og 1/5 av bústøðunum í Suðuroynni og triðja hvørt hús í Sandoynni stendur tómt ella partvíst tómt.
Tað er greitt, at vit mugu gera fleiri ymisk átøk rættuliga skjótt, fyri at fáa munagóða loysn á bústaðaravbjóðingina.
Tænastugjøld á tómar bústaðir og at loyva kommunum at áseta bústaðarskyldu vóru góð stig á vegnum, men tey eru ikki nóg mikið.
Í valstríðnum hevur onkur nevnt møguleikan at leggja skatt á samfelagsskapta vinningin av at selja bústaðir, sum seljarin ikki býr í. Ikki beinanvegin, men at samtykkja eina lóg, sum ásetir, at um t. d. tvey ár verður vinningurin av at selja bústaðir, sum seljarin ikki býr í, skattaður hart. Hettar er vert at umhugsa, tí so høvdu spekulantarnir fingið eitt høvi til – við munandi vinningi – at gevast við at spekulera í bústøðum, samstundis sum nógv fleiri bústaðir høvdu komið á marknaðin.
Vit kunnu strika MVG av at umbyggja eldri hús til heim. Tað er lætt at seta í verk, og tað lækkar kostnaðin munandi.
Vit kunnu gera reglurnar fyri at umbyggja bústaðir einfaldari. Soleiðis spara vit umsiting, samstundis sum vit seta ferð á umbyggingarnar.
Og vit eiga heilt avgjørt at gera munandi átøk fyri at avmarka møguleikarnar fyri at leiga tómar bústaðir út í stutttíðarleigu. Tað hava tey longu gjørt í nógvum býum og londum, so her eru nógvar loysnir at velja millum. Tað einasta, vit skulu ansa eftir er, at kommunurnar skulu hava møguleikar fyri at velja útjaðaraøki út, sum kunnu vera undantikin frá slíkum reglum.
Vit hava nógvar møguleikar, vit kunnu gera stóran mun heilt skjótt. Tað er bara um at seta ferð á tiltøkini – og tað fara vit í Javnaðarflokkinum at gera!
Vel javnaðarflokkin í løgtingsvalinum.
Lat meg fáa tína stemmu !
Margit Stórá, valevni hjá Javnaðarflokkinum á løgtingsvalinum 26. mars