Ongi úrslit

LÍV fastogn ger leiguíbúðir á Argjum og í Klaksvík

Marta Sigurðsdóttir Haraldsen
12 tímar síðan

Endamálið er at spjaða íløgurnar hjá kundunum í Tryggingarfelagnum LÍV og samstundis tryggja, at eftirlønaruppsparingin kemur bæði kundunum og føroyska samfelagnum sum heild, tilgóðar Leiguíbúðirnar verða bygdar á Hamarinum á Argjum og við Sandin í Klaksvík.

Á Argjum er talan um tríggjar bygningar í fýra hæddum. Í hvørjum bygningi verða 11 íbúðir, og tær eru ímillum 90 og 105 fermetrar til støddar.

Í Klaksvík er talan um ein bygning í 4 og 5 hæddum. Tær íbúðunar eru ímillum 56 og 105 fermetrar. Íbúðirnar verða væntandi tillutaðar næsta summar.

LÍV FASTOGN hevur havt tveir almennar kunningarfundir í oktobur mánað, har tekningar av íbúðunum vórðu vístar fram, saman við upplýsingum av umhvørvinum rundan um.

Tað er fyritøkan, Kontrast, sum hevur teknað og staðið fyri sniðgevingini og Sp/f Jóan Petur Vang, ið stendur fyri sjálvari byggingini. Inn ímillum bygningarnar á Argjum verður eitt felagshús við te-køki, vesi og goymslu upp á 116 fermetrar sum ger tað høgligari hjá leigunum at halda størri veitslur.

Harumframt verður yvirdekkað spælipláss og skrelliskúrur. Eisini verður ein súkkluskúrur knýttur at hvørjum bygningi, og hvør íbúð fær eina goymslu, sum er umleið 3 fermetrar. Nakrar av íbúðunum eru eisini sniðgivnar til fólk við rørslutarni.

Eitt grønt øki verður lagt aftanfyri bygningarnar. Mettur leigukostnaðurin er ásettur soleiðis: – Íbúð við 2 kømrum: 11.660 – 12.400 krónur um mánaðin – Íbúð við 3 kømrum: 13.300 – 14.400 krónur um mánaðin

LÍV Fastogn og tilmelding

LÍV Fastogn, sum er eitt dótturfelag hjá LÍV, hevur arbeitt við verkætlanini seinastu trý árini. Í tí tíðarskeiðinum hava tey eisini arbeitt við at greina bústaðartørvin í Føroyum.

Longu nú ber til at skráseta seg á bíðilista. Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá LÍV Fastogn og kostar 250 krónur um árið. Einasta treyt er, at tey, sum melda til, hava fylt 18 ár.

»Væntast kann, at møguleiki verður at tekna seg aftur til eina íbúð næsta summar«

Lutakast verður ímillum tey, sum hava skrásett seg í tíðarskeiðinum 2. til 10. oktobur. Eftir tað verður raðfest sambært tí raðfylgju, fólk hava skrásett seg í. Kundar, ið hava LÍV sum høvuðseftirlønarveitara, hava frammíhjárætt til at fáa eina íbúð.

Fleiri íbúðir eru eisini á veg. Væntast kann, at møguleiki verður at tekna seg aftur til eina íbúð næsta summar. Vil ein tryggja sær framíhjárætt til ta tilgongdina, er fortreytin at LÍV skal vera høvuðseftirlønarveitari, og at kundar skulu hava eftirlønar inngjaldið, ella útgjaldið, frá LÍV teir seinastu seks mánaðirnar, áðrenn man kann skriva seg upp, sum ein ið fær frammíhjárætt.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Er meldaður fyri blúnisbrot

19. november kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

19. november kl. 17:10

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19. november kl. 11:39

Fekk bót fyri at ripa ost á ein bil

Í gjár kl. 08:30

Eigararnir fáa 48 tímar at flyta bilarnir - annars fáa teir rokning

Í gjár kl. 07:47