Ongi úrslit

Lítið ferðsluóhapp kann kosta bilføraranum koyrikortið

Áki Bertholdsen
23. august kl. 09:17

Fyrrapartin í gjár hendi eitt lítið ferðsluóhapp í Havn. Men hóast óhappið var lítið, kann tað kosta bilføraranum koyrikortið.

Talan var nevniliga um ein bilførara, sum ikki helt sína treytaleysu víkiskyldu, Óhappið hendi niðast á Landavegnum, á krossinum ímillum Landavegin og Fríðrik Petersens Gøtu.

Bilførarin, sum kom koyrandi eftir Landavegnum, hevur treytaleysa víkiskyldu fyri bilum, sum koma eftir Fríðrik Petersens Gøtu.

Men hesin bilførarin helt ikki av og hann bar við ein bil, sum kom eftir Fríðrik Petersens Gøtu.

Løgreglan sigur, at fólkaskaði var eingin og bilarnir fingu heldur ikki nevnivert av skaða.

Tá ið slík óhapp henda, har bilførarar ikki halda sína treytaleysu víkiskyldu, og tað elvir til samanstoyt, er ikki óvanligt, at bilførarar missa koyrikortið, men harumframt fáa teir eisini eina bót upp.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Er meldaður fyri blúnisbrot

Í gjár kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

Í gjár kl. 17:10

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19. november kl. 11:39

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03