Heimskendi veðurlagsaktivisturin Greta Thunberg málaði ikki, sum aðrir ungdómar, býin reyðan í vikuskiftinum. Hon valdi heldur at mála hann grønan.
Ritzau/Scanpix
Saman við einum bólki av øðrum veðurlagsaktivistum koyrdi hon stórar nøgdir av grønum litevni í høvuðsferðsluæðrina í Venezia, Grand Canal, sum liður í einum mótmæli.
Hetta hevur nú havt við sær, at 22 ára gamli sviin hevur fingið bann frá kanalbýnum í 48 tímar. Harumframt hevur hon hevur fingið 150 evrur í bót - svarandi til góðar 1.100 krónur - eftir mótmælini. Tað skrivar Daily Mail.
Sambært miðlinum var orsøkin til vatndálkingina endin á veðurlagstoppfundinum COP30 í Brasil, sum Thunberg og aktivistisku vinir hennara frá Extinction Rebellion hildu vera alt ov óambitiøsur.
Tí sleptu tey eitt umhvørvisvinarligt litevni út í kanalir, áir, vøtn og gosbrunnar kring 10 ymiskar býir í Italia.
Luca Zaia, forseti fyri Veneto, sum er økið har Venedig liggur, heldur lítið um hendingina, sum hann kallar eina virðingsleysa hending mótvegis teirra býi, søgu og broytiligheit hansara.
- Eg undrist meir enn nakað annað, yvur at síggja Gretu Thunberg millum stigtakararnar til hetta skilaleysa mótmælið, sum greitt hevur til endamáls - meira enn at vekja ans fyri umhvørvinum - at geva sær sjálvum sjónligheit, segði hann, sambært Daily Mail.