Ongi úrslit

Listaframsýning við Jobbe Pilgaard

Fernisering er í Gallarí Havnará fríggjadagin

Fríðmundur Nattestad
19. juni 2024 kl. 14:45

Enn einaferð eru vit glað og errin at lata veggir og høli til Jobbe Pilgaard og hansara list.

Soleiðis skriva fyriskipararnir í tíðindaskrivi.

- Hóast Jobbe er dani, so er hann við tíðini vorðin hálvur havnamaður. Á framsýningini hesaferð vísir hann verk, ið hann hevur arbeitt við seinasta árið, umframt verk, ið hava verið ávegis í áravís, siga fyriskipararnir.

Jobbe er útbúgvin námsfrøðiligur heimspekingur, men hevur síðan 2019 burturav fingist við list. Hansara list er litfagrar vatnlitsmyndir, leikandi akryl málningar og dynamisk verk.

Hetta er aðru ferð, at listamaðurin vitjar Gallarí Havnará.

Fernisering er fríggjadagin klokkan 16. Øll eru vælkomin.

Mest lisið hesa vikuna

Ferðafólk fyri borð á Norrønu

28. juni kl. 20:35

Nú er avgjørt hvør vinnarin er

26. juni kl. 08:30

Maður fyri borð á Norrønu - eru givin at leita

28. juni kl. 22:48

Maður fyri borð á Norrønu: Eingin sá hvat hendi

Í gjár kl. 07:44

Norrøna farin aftur í sigling - leitingin heldur fram

28. juni kl. 21:08

Gera tað lættari hjá foreldrum sum skulu tíðliga til arbeiðis

27. juni kl. 07:44