Ongi úrslit

Listaflog 2026 fer til Vónbjørt Vang og Tøgn

Tíðindaskriv
4 tímar síðan

Aftur í ár letur Atlantic Airways 125.000 kr í stuðli frá stuðulsskipanini Listaflog, og í ár hevur stuðulsnevndin valt, at stuðulin fer til føroyska folk-popp-bólkin Tøgn og rithøvundin Vónbjørt Vang. 

Nevndin gjørdi av, at størsti parturin av stuðlinum í ár, 100.000 kr., fara til Vónbjørt Vang. 

Vónbjørt Vang skrivar sansaliga og kompromisleyst um t.d. sárbæra sambandið millum menniskju, samstundis sum hon dregur lýsingar av landslagi og umhvørvi inn í skaldskapin, og er hetta nakað, sum er við til at eyðkenna hana sum rithøvund.

Í fjør fekk hon bókmentavirðislønina hjá Norðurlandaráðnum, fyrraárið fekk hon M.A. Jacobsens virðisløn fyri fagrar bókmentir, og fyrr í ár vann hon eisini lesaravirðislønina hjá føroysku bókasøvnunum.  

- Vónbjørt Vang er ein rithøvundur, sum er í rúkandi menning í løtuni, og seinastu tíðina hevur umheimurin veruliga fingið eyguni upp fyri hennara skaldskapi. Hon er á gáttuni til eitt veruligt altjóða gjøgnumbrot, og sostatt er hon eisini við til at varpa ljós á Føroyar og føroyskar bókmentir úti í heimi, sigur stuðulsnevndin m.a. sum grundgeving fyri stuðlinum. 

- Vit vilja tí sera fegin stuðla hesi framgongd og menning hjá Vónbjørt og geva henni enn meira luft undir veingirnar við fíggjarligum stuðli, so hon vónandi kann halda áfram við at ríka okkum við sínum listarliga arbeiði. 

Stuðulin, sum Vónbjørt Vang fær, skal brúkast til menning av einari nýggjari skaldsøguverkætlan. 

- Eg eri djúpt takksom fyri stuðulin frá Atlantic Airways. Listaflog hevur stóran týdning fyri mítt ritlistarliga arbeiði og fyri føroysk listafólk sum heild. Tað gevur okkum møguleika at skapa, menna okkum og bera føroyska list út í heim. Men list verður ikki til av ongum; hon krevur tíð, arbeiði og orku, og tí er slíkur stuðul avgerandi, sigur Vónbjørt Vang um stuðulin. 

Tøgn, sum fær 25.000 kr í stuðli, er í holt við fyrstu heildarútgávuna, sum kemur út seinni í ár, og peningurin frá Listaflogi skal brúkast til framleiðslu av hesi útgávuni.

- Ungu menninir í Tøgn hava víst sínar dygdir við kveikjandi folk-popp-tónleiki. Teir eru allir útisetar, men syngja á føroyskum. Góðskan á tí, ið Tøgn kemur við, er sera høg, og nevndin væntar, at teir støðugt fara at leggja nýggjar føroyskar klassikarar afturat føroyska sangskattinum, og er Ársins útvarpshitt, ‘Kamarið’, eitt gott dømi um tað. Tí hava vit valt at stuðla nýggju heildarútgávuni hjá Tøgn, sigur stuðulsnevndin í grundgevingini. 

- Stuðulin frá Listaflogi er ein stór hjálp hjá okkum. Peningurin tryggjar, at vit koma nærri málinum við okkara heildarútgávu, siga teir í Tøgn, sum fegnast um stuðulin. 

Í stuðulsnevndini fyri Listaflog í ár sita Lív Patursson fyri Uttanríkis- og mentamálaráðið, Esther Dahl fyri nevnd og leiðslu í Atlantic Airways og Jóhan Martin Christiansen fyri LISA. 

Hetta er áttanda ferðin, Atlantic Airways letur Listaflog. 


Mest lisið hesa vikuna

Rýmdu av býráðsfundi í Havn - og klaga borgarstjóran

23. mars kl. 08:13

Fara fleiri eldri føroyingar at flyta til Danmarkar?

21. mars kl. 11:34

Fingu bara seks atkvøður í Suðuroy

22 tímar síðan

Enn eitt stórt og vakurt træ í Havn mátti lúta

24. mars kl. 12:56

Javnstøða má eisini fevna um dreingir, menn og pápar.

24. mars kl. 08:59

Nú er tað BÍLIGARI at verða føroyingur - sum heild eru prísirnir lækkaðir

9 tímar síðan