Ongi úrslit

List í Støðum - fjórði partur: Jón Sonni og atelierið

Her er fjórði partur av listapoddvarpinum List í Støðum. Gesturin er Jón Sonni Jensen, sum bjóðar okkum inn í atelierið, har hann framleiðir sína skulpturellu list úr alskyns spennandi tilfari

Trygvi Danielsen
4 tímar síðan

Her er fjórði partur av listapoddvarpinum List í Støðum. Gesturin er Jón Sonni Jensen, sum bjóðar okkum inn í atelierið, arbeiðsrúmið á Kerjum, har hann framleiðir sína skulpturellu list í stóran mun úr tilfari, ið vanliga verður nýtt í byggivinnuni.  

Fjórði partur hoyrist her:

Jón Sonni er uppvaksin í Vestmanna og hevur verið framsýnandi listafólk síðani 2007. Hansara tilgongd til listina er at skapa sálarfrøðiligar spenningar millum andstygd og atdrátt við at seta sjóneykuna á tað kropsliga, at eftirgera lívfrøðiligar yvirflatur sum til dømis húð, ið samstundisliga kunnu vekja mótstríðandi kenslur sum fremmandagerð og afturkenning. Prátið snýr seg nógv um tað evnisliga og um rúm og hvørja ávirkan tey hava á listaverk, bæði tá tey skulu framleiðast og framsýnast. 

Jón Sonni Jensen varð útbúgvin listamaður á Norwich University College of the Fine Arts í 2012 og virkaði í nøkur ár eftir tað sum grafiskur sniðgevi hjá Deko&print, áðrenn hann gjørdi av at starvast sum fulltíðar listafólk, og tað hevur givið avkast. Hann telist í dag millum Føroya fremstu og mest tankavekjandi kunstnarar.  

Trygvi Danielsen hevur upptikið og klipt poddin í samstarvi við Dimmalætting og við stuðli úr Miðlastuðulsnevndini. 

Jón Sonni Jensen bjóðar okkum inn í atelierið, arbeiðsrúmið á Kerjum, har hann framleiðir sína skulpturellu list í stóran mun úr tilfari, ið vanliga verður nýtt í byggivinnuni

Mest lisið hesa vikuna

Hans Pilgaard hevur tikið stóra avgerð

Í gjár kl. 19:00

Publicservice og etikkur: Opið bræv til Kringvarp Føroya

20. oktober kl. 10:30

Herverk á fleiri bilar - løgreglan sóknast eftir vitnum

19. oktober kl. 09:36

Sissal fer at biðja sær farloyvi

19. oktober kl. 14:35

Sólbjørg er ov kvinnulig fyri summi

20 tímar síðan

Nú eru tølini komin á borðið: So stórt bakkast var Galaxy fyri Suðuroynna

22. oktober kl. 16:00