Ongi úrslit

Linda Andrews heldur gospelkonsert í Spania

Vit eru SO klár at fylla kirkjuna við gleði, orku og magiskum løtum.

Mynd lænt av Facebook-vanganum hjá Lindu Andrews
Jóhanna Højgaard
19. sepember kl. 16:30

Linda Andrews boðar frá at hon, saman við kórið sínum, fer at hava eina stóra gospelkonsert í donsku kirkjuni, sum liggur í býnum Mijas, í provinsinum Malaga í Suðurspania.

Margrethekirken í Mijas

Mijas er ein býur á Costa del Sol við umleið 93.000 íbúgvum. Nógvir danir og aðrir skandinavar búgva í økinum, so kirkjan hevur ofta konsertir og onnur tiltøk.

Mynd: Summarfestivalurin 2025

Linda skrivar sjálv á Facebook:

STÓR GOSPELVEITSLA Í MIJAS! 

Um tú ert í nærheituni av Mijas fríggjadagin 26. september, kom so á fantastiska konsert í Margrethekirken.

Eg eri klár við mínum 25 manna gospelkóri – og vit eru SO klár at fylla kirkjuna við gleði, orku og magiskum løtum.

Tú kanst gleða teg til klassikarar sum Oh Happy Day og Hallelujah – og teir vakrastu gospelsangirnir, sum fara beint í hjartað .

Konsertbyrjan: kl. 20.00

Dato: Fríggjadagin 26. september

Lokatión: Margrethekirken, Mijas

Kom og føl evangelisku gleðina breiða seg í bæði sinn og sál – og tak vinir tínar við til eitt ógloymandi kvøld.

PLEASE DEILI so it kunnu fylla alla kirkjuna við sangi, lívi og einum risastórum gospelstemningi.

meira her

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Er meldaður fyri blúnisbrot

19. november kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

19. november kl. 17:10

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19. november kl. 11:39

Fekk bót fyri at ripa ost á ein bil

Í gjár kl. 08:30

Eigararnir fáa 48 tímar at flyta bilarnir - annars fáa teir rokning

Í gjár kl. 07:47