Andrew Mountbatten-Windsor er latin leysur aftur í kvøld. Málið verður tó enn kannað.
Løgreglan upplýsir bara, at handtøkan var gjørd undir illgruna fyri embætismisnýtslu. Fyrrverandi prinsurin, verður av løgregluni enn ikki nevndur við navni.
Sambært BBC vísa útgivin skjøl í Epstein-málinum, at táverandi Andrew prinsur í 2010 eftir øllum at døma deildi trúnaðarupplýsingar frá síni tíð sum bretskur handilssendiharri við Jeffrey Epstein, sum tá longu var dømdur kynsbrotsmaður.
Skjølini vísa millum annað, at hann eftir øllum at døma hevur víðarisent frágreiðingar um sínar vitjanir í Singapore, Hong Kong og Vietnam, umframt trúnaðarupplýsingar um íløgumøguleikar til Epstein.