Ongi úrslit

Leita eftir niðurdotnum flogfari í Grønlandi

Eftirlitsskipið hjá Arktisk Kommando eisini til staðar í økinum

© Sermitsiaq
Jóhanna Højgaard
25. oktober kl. 21:45

Myndugleikarnir í Grønlandi hava í dag leitað eftir einum flogfari, sum møguliga er dottið niðu í økinum kring Nuuk.

Enn er ógreitt, hvussu nógv fólk vóru umborð og hvat hettar er fyri eitt flogfar.

Umfatandi leiting var sett í gongd í økinum kring Nuuk. Eftirlitsskipið hjá Arktisk Kommando Knud Rasmussen er eisini til staðar í økinum, skrivar Sermitsiaq.

Steðgað var at leita klokkan 21.20 og byrja verður aftur í morgin.

Talan er um eitt “illgrunasamt niðurdottið útlendskt flogfar”, sum er horvið av radaranum, skrivar Sermitsiaq

Flogferðslutænastan Naviair, sum hevur ábyrgdina av at stýra flogferðsluni í Grønlandi, boðaði Sermitsiaq frá, at talan er um eitt flogfar við einum motori.

Bjargingararbeiði fór fram á landi, sjógvi og úr luftini, og heitt var á borgarar á staðnum um at halda seg burtur frá økinum, meðan leitingin fór fram.


Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

19 tímar síðan

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

Í gjár kl. 09:07

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03

Minningarorð um Helga Olsen í Rituvík

11. november kl. 12:41

Útselt á sjálvum upplatingardegnum

11. november kl. 21:00