Ongi úrslit

Leggja uppskot fyri Løgtingið um at bjarga samfelagnum undan politikarum

Áki Bertholdsen
Í gjár kl. 15:24

Landsstýrið fer nú at leggja uppskot fyri Løgtingið, sum skal forða teimum í at brúka ov nógvar pengar.

Tað er eitt uppskot um eitt fíggjarpolitiskt regluverk, sum skal forða teimum í at hækka útreiðslurnar sum teir vilja.

Ella, sum onkur hevur orðað tað: Teir vilja bjarga samfelagnum undan politikarum.

Eftir uppskotinum, sum Ruth Vang fer at leggja fyri Løgtingið seinni í heyst, stendur, at sum heild kunnu rakstrarútreiðslurnar ikki hækka meiri enn eitt prosent um árið - umframt vanligan prísvøkstur og lønarvøkstur.

Uppskotið fevnir ikki um alt tað almenna, heldur ikku um kommunurnar.

– Í fyrstu atløgu er ætlanin at fáa regluverkið at virka hjá landinum. Men síðani verður arbeitt við, hvussu, og nær, alt tað almenna kann verða fevnt av skipanini.

Somuleiðis verður arbeitt víðari við eisini at sta mark fyri lántøku og at seta krøv um bygnaðarligt avlop.

Samstunds hevur hetta við sær, at íløgurnar kunnu ikki verða hægri enn tað, sum er ásett í samtyktu løguætlanini.

Tað merkir, at hvørt ár, fyri 1. apríl, skal Landsstýrið leggja uppskot fyri Løgtingið um eina íløguætlan.

Aðalmálið við løguætlanini er at fáa politiska semju um hvørjar íløgur skulu gerast tey næstu árini, og í hvørjari raðfylgju tær skulu gerast.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

21 tímar síðan

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

Í gjár kl. 11:39

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03