Ongi úrslit

Leggja hart út

150.000 krónir fyri tvær lýsingar

Jóhanna Højgaard
13 tímar síðan

Mette Frederiksen hevur útskrivað fólkatingsval. Tað gjørdi hon á middegi, dagin eftir at Aksel skrivaði út løgtingsval. Men longu áðrenn tað, hava Sosialdemokratarnir lagt hart út í valdystinum.

Teir hava havt tvær ymiskar lýsingar í Ekstra Blaðnum, sum bara skulu lýsast í ein dag.

Tann fyrsta lýsingin snúði seg um sokallaða matvørucheckin, sum skal hjálpa teimum verri stillaðu borgarunum. Lýsingin var virkin inntil á middegi og kostaði flokkinum 75.000 krónur.

Síðani kom so ein lýsing út um valið, og var hon virkin í somu løtu sum valið var útskrivað. Hendan lýsingin kostaði teimun eisini 75.000 krónur.

Tað merkir, at Sosialdemokratarnir bara í dag, á teirra fyrsta valdegi, hava brúkt 150.000 krónur íroknað meirvirðisgjald, til tær báðar lýsingarnar.

Mest lisið hesa vikuna

So er eingin samgonga longur

23. februar kl. 12:14

Hon er ræðuliga vónbrotin og skelkað av Framsókn

24. februar kl. 22:17

Løgreglan heitir á bileigarar um at kanna bilarnar - illgruni um herverk

22. februar kl. 09:14

Tingmaður fyri Framsókn vekir undran

23. februar kl. 16:21

Er Sjúrður Skaale á skeivari kós?

21. februar kl. 21:55

Atli er nýggi sambandsmaðurin á Toftum

15 tímar síðan