Ongi úrslit

Leggja fyri í Leirvík

Samkomunar í Siloa í Fuglafirði, Filadelfia í Gøtu og Hebron í Leirvík bjóða til páskastevnu

Hebron í Leirvík
8 tímar síðan

Samkomurnar í Filadelfia, Siloa og Hebron hátíðarhalda uppreisn Harrans Jesusar og bjóða øllum at vera hjartaliga vælkomin á páskastevnu í Hebron í Leirvík og í Ítróttahøllini á Kambsdali. 

Skírisdag og langafríggjadag verða møtini í Hebron og leygarkvøldið og páskadag verða møtini í Ítróttahøllini.

Møtini verða hildin undir heitinum: “Harrin er risin”. Høvuðstalari er bíbliuumsetarin Jógvan Júst Rasmussen, sum í góð 40 ár hevur virkað sum trúðboðari í Filipsoyggjum. Harafturat verða 8 forvitnisligir áhugatímar um ymisk evni í Hebron, leygardagin kl. 15-17.

Skráin

Skírisdag 2. apríl
Kl. 17 Møti í Hebron í Leirvík. Berøakórið syngur, Noomi Gregersen og Heri Jøkladal tala

Langafríggjadag 3. apríl
Kl. 17 Møti í Hebron í Leirvík. Siloakórið syngur og Jógvan Júst Rasmussen talar um “Fríggjadag”.
Kl. 21 Ungdómsmøti í Hebron. Vitnisburður og Jóhan Magnus Gunrim talar og syngur.

Leygardag 4. apríl
Kl. 15-17 Áhugatímar í Hebron í Leirvík

Páll Poulsen: Eingin at stíga fram í skarðið - Harrin leitar eftir manni ella kvinnu!

Ruth Gaardlykke: Hvussu kann eg tosa um mína trúgv?

Arni Zachariassen: Truplir spurningar í samtíðini

Jákup á Lakjuni: At hava stillar løtur og søkja Gud

Randi Hansen: Leiðsla av lovsangi

Høgni Johannesen: Eru Bíblian og frásagnirnar um uppreisnina álítandi?

Sámal Mikkelsen: Visiónin við Zarepta og tænastan har

Klæmint Eliasen: Prædikan av Orði Guds

Kl. 19 Møti í Ítróttahøllini á Kambsdali. Maria á Lakjuni Djurhuus syngur og Jógvan Júst Rasmussen talar um “Leygardag”.
Kl. 21 Ungdómsmøti í Ítróttahøllini á Kambsdali. Gospelkórið Lot syngur, vitnisburður og Niels Pauli Nónstein talar.

Páskadag 5. apríl
Kl. 11 Morgunmøti við breyðbróting í Ítróttahøllini á Kambsdali. Páll á Lakjuni talar.
Kl. 16 Familjumøti í Ítróttahøllini á Kambsdali. Kom við Fridu og Óla Gregersen á ferð aftur í tíðina - Bíbilsøga og boðskapur til børn og vaksin. Barnakórið í Siloa syngur
Kl. 17.15 Felags nátturði í Ítróttahøllini
Kl. 18 Møti í Ítróttahøllini á Kambsdali. Hervør Sabina á Torkilsheyggi syngur og Jógvan Júst Rasmussen talar um “Sunnudag”.

Mest lisið hesa vikuna

Kilovís av kokaini umborð á Norrønu

23 tímar síðan

Feilur í fínteljing: Jóhan Christiansen komin aftur í tingið

Í gjár kl. 10:42

Tá ið antizionisma gjørdist partur av valstríðnum í Føroyum 2026

31. mars kl. 20:08

Eg leggi ikki í hvat fólk siga

28. mars kl. 19:26

Fingu bara seks atkvøður í Suðuroy

26. mars kl. 21:47

At vera prestur og samkyndur í Føroyum

9 tímar síðan