Útreiðslurnar til eldraøkið fara at vaksa nógv komandi árini, tí tað verða fleiri eldri fólk. Tað sigur Búskaparráðið, nú tey hava lagt eldraøkið undir sjóneykuna og eru komin við eini frágreiðing um støðuna.
– Komandi árini veksur tørvurin á bæði búplássum og røktarstarvsfólki, sigur ráðið.
– Fyri at fáa betri samsvar millum støddina á kommununi og uppgávurnar, ið kommunurnar skulu røkja, eiga kommunurnar at verða lagdar saman, tí tað ger raksturin effektivari.
– At leggja kommunurnar saman í inntøkusterkari eindir kann tó ikki standa einsamalt, tí tað verða framvegis øki í landinum, ið fara at hava trupult við at reka og fíggja eldraøkið í framtíðini.
Skal eldraøkið í framhaldandi liggja hjá kommunum, og skal tænastustigið verða tað sama kring landið, er neyðugt er at endurskoða fíggingarleistin.
Tað er eisini ein møguleiki at flyta eldraøkið aftur til landið.
Tað er tørvur á at byggja omanfyri 300 búpláss komandi 10 árini og tað svarar til ein fíggingartørv upp á einar 1,2 milliardir.
Búskaparráðið vísir á, at tað bøtir væl um haldførið, at byggja størri stovnar fyri at lækka útreiðslurnar til hvønn einstakan.
Samstundis verður tørvur á 450 fleiri fulltíðar starvsfólkum í røktini, og til eldraøkið komandi 10 árini. Harafturat verður neyðugt at fáa starvsfólk fyri tey, sum innan 10 ár fara á pensjón.
– Neyðugt er at útvega starvsfólk á eldraøkinum við neyðugu fakligu førleikunum. Tað er stórt trot á útbúnum røktarstarvsfólkum og sum nú er tykist Heilsuskúli Føroya einans at nøkta tørvin í Suðuroy, og ikki í restini av landinum.
– Landsstýrisfólkið í útbúgvingarmálum hevur ábyrgdina av at tryggja, at tað eru nøktandi útbúgvingarmøguleikar. Við vaksandi tørvinum á starvsfólki í huga er vandi fyri, at tænastan fer at versna um arbeiðsmegin ikki hevur neyðugu, fakligur førleikarnar.
– Staðsetingin av skúlanum er tí ein avbjóðing, sum Búskaparráðið orðar seg.