Ongi úrslit

Lea setti fleiri føroysk met

FM/JMS í svimjing: Lea O. Højsted og Ægir vóru stóru vinnararnir í FM kappingini, sum um vikuskiftið var í Klaksvík

© Mynd: Símun á Høvdanum
svimjing.com
10. november kl. 16:31

Her eru úrslitini frá FøroyaMeistarstevnuni og JuniorMeistarastevnuni 2025, sum Ægir og Svimjisamband Føroya skipaðu fyri í Klaksvíkar Svimjihøll, nú 7. til 8. november 2025. Sí eisini úrslitini her á Swimify

Lea O. Højsted úr Ægir setti nýggj met og juniormet í 50, 100 og 200 metra bringusvimjing. Hon átti sjálv gomlu metini. Isak D. Brinsenfeldt setti nýtt met í 200 metra blanað. Gamla metið átti Pál Joensen, sum setti metið í 2012.

 

Føroysk met

  • Isak D. Brisenfeldt (2006, HS) 2:01.23 í 200 blandað
    – Pál Joensen (1990, SuSvim) átti metið á 2:01.97, frá 2012

  • Lea O. Højsted (2008, Ægir) 32.11 í 50 bringu
    – Lea átti metið á 32.22, frá Oyggjaleikum í summar

  • Lea O. Højsted (2008, Ægir) 1:08.89 í 100 bringu
    – Lea átti metið á 1:09.27, frá Ægir Open í mars mánaða

  • Lea O. Højsted (2008, Ægir) 2:30.98 í 200 bringu
    – Lea átti metið á 2:31.59, frá NM/NJM 2024

Føroysk juniormet

  • Lea O. Højsted (2008, Ægir) 32.11 í 50 bringu
    – Lea átti metið á 32.22, frá Oyggjaleikum í summar

  • Lea O. Højsted (2008, Ægir) 1:08.89 í 100 bringu
    – Lea átti metið á 1:09.27, frá Ægir Open í mars mánaða

  • Lea O. Højsted (2008, Ægir) 2:30.98 í 200 bringu
    – Lea átti metið á 2:31.59, frá NM/NJM 2024

Bestu avrik

Lea O. Højsted (2008, Ægir) átti besta avrikið av øllum á hesi stevnu, við føroyska metinum 1.08.89 í 100 bringu, sum gevur 741 AQUA-stig.

Isak D. Brisenfeldt (2006, HS) eigur besta avrik hjá monnum á hesi stevnu, við tíðini 3:54.84 í 400 frí, sum gevur 738 AQUA-stig.

 

 

 

Heiðursmerkjabýtið

Junior (yngri)

Felag

Gull

Silvur

Bronsa

HS

18

13

9

SuSvim

18

6

3

Ægir

3

2

0

 

Junior (eldri)

Felag

Gull

Silvur

Bronsa

Ægir

32

15

7

HS

5

9

3

FS

5

8

2

 

FM

Felag

Gull

Silvur

Bronsa

Ægir

29

15

11

HS

7

9

13

SuSvim

6

9

8

FS

2

8

5

Hagtøl

Tilsamans svumu 55 íðkarar og 46 liðsvimjingar úr 5 feløgum seg til 552 úrslit í 86 kappingum, á hesi stevnu.

 

Mest lisið hesa vikuna

Minningarorð um Benjamin Gunnarstein

29. november kl. 00:10

Alt selt eftir ein minutt

1. desember kl. 13:46

Kvinnur skulu fáa eina munandi upphædd tá ið tær eiga sítt fyrsta barn

28. november kl. 18:00

Ctrl+Alt+Del: Ein nýggj byrjan

27. november kl. 17:00

Fór úr rættinum sum ein fríur maður

7 tímar síðan

660 menn fyri fríum vali

1. desember kl. 17:00