Í Kolshøll á Eiði verður nú handað út virðislønir til menta- og listafólk.
Fyrsta virðisløn fór til Leu Kampmann.
Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum, hevur handað Leu Kampmann, tónleikara, Virðisløn til ungt listafólk 2025.
í grundgevingini stendur millum annað soleiðis:
Ljóðførini eru ein kensluborin rødd, mettaðar gittarstrofur og stundum ein fiólstrongur. Ofta í moll. Einfalt og samansett. Lea Kampmann megnar at gera tær stóru kenslurnar einfaldar, so tær geva afturljóð hjá áhoyrarunum.
Á seinastu útgávuni, Seinferð, frá 2024 ger Lea Kampmann upp við tað skundmikla í tíðini. Lea Kampmann fær okkum at steðga á - og kanska at seta ferðina niður.