Ongi úrslit

Latið pensjónistarnar hava frið:  Pensjónsaldurin skal ikki hækkast upp til 69 ár

Landsfelag Pensjónista
12. desember 2025 kl. 18:02

Landsfelag Pensjónista vil enn einaferð boða frá, at pensjónsaldurin hvørki skal hækkast upp í 69 ella 70 ár, soleiðis sum lógaruppskotið fyriliggur í løgtinginum í løtuni.

Ein kanning, ið Spyr.fo skipaði fyri í vár, vísti, at stórur meiriluti av teimum spurdu, ið vóru millum 18 og 67 ár, ikki tóku undir við hækkan av pensjónsaldrinum.

Pensjónsaldurin í Føroyum eigur at vera eins og Landsfelag Pensjónista hevur hildið og framvegis heldur, at pensjónsaldurin í vælferðarsamfelagnum í Føroyum skal vera 67½ ár.

Undir triðju viðgerð av løgtingsuppskotinum í mai í ár, tá pensjónsaldurin var til viðgerðar, har uppskotið var at hækka pensjónsaldurin upp í 70 ár, tók landsstýrismaðurin í almannamálum uppskotið aftur í síðstu løtu, áðrenn atkvøðast skuldi, tí onkrar broytingar skuldu gerast, eins og løgtingsmálið um Suðuroyartunnilin eisini bleiv tikin aftur.

Landsfelag Pensjónista er av tí áskoðan, at tað er beinleiðis skeivt, at enn einaferð verður pensjónsaldurin tvinnaður saman við Suðuroyartunnilinum fyri at bjarga landsins haldføri.

Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, hevur beinleiðis sagt, at Framsókn ikki tekur undir við einum Suðuroyatunnli fyrr enn pensjónaldurin er hækkaður, tvs. at hesi bæði løgtingsmál eru tvinnað saman, um man vil viðganga tað ella ikki.

Pensjónsaldurin í Føroyum er tann hægsti av øllum londunum rundan um okkum.

Spurningurin er, um Føroyar er so illa fyri fíggjarliga, at vit ikki hava ráð til at hava pensjónistar.

Landsfelag Pensjónista

Beate L. Samuelsen, forkvinna 

Mest lisið hesa vikuna

Nógvir føroyingar í kirkju í Oslo í morgun

18. januar kl. 15:46

Hann stúrir fyri gongdini við útlendingum í Føroyum - nú skulu tøl á borðið

21. januar kl. 08:51

Turrur fiskur gevur styrki og orku

17. januar kl. 16:19

Montenegro tímdi ikki at spæla

20. januar kl. 18:44

Nú geva tunlarnir ikki longur hall

19. januar kl. 09:34

Pápi og tvey børn sluppu óskadd frá ferðsluóhappi

18. januar kl. 09:41