Í Bíbliuni lesa vit, hvussu Jesus langafríggjadag var tikin av rómverjum. Hann var píndur og síðani dømdur til deyða við krossfesting.
Hann noyddist at bera sín egna kross allan vegin eftir Via Dolorosa (Pínuvegin) til staðið, har hann var krossfestur ímillum tveir brotsmenn.
Jesus var píndur og eyðmýktur allan dagin. Til dømis fekk hann eina tornakrúnu trýsta niður á høvdið, tí hann var nevndur kongur jødanna. Tornakrúnan er síðani vorðin eitt týðandi kristiligt symbol.
Bara í Norðurlondum kalla vit dagin Langafríggjadag, í fleiri øðrum londum kalla tey hann fyri Good Friday (góður fríggjadagur).
Fyrr var hesin dagurin eisini ein føstudagur, har fólk til dømis ikki máttu eta kjøt. So navnið vísir kanska til, at tað kendist sum ein langur og sorgblíður dagur at minnast Jesu deyða.
Langafríggjadagur kann hjálpa okkum at minnast og hugleiða um, at myrkur og deyði eisini eru partar av lívinum. Og at vit ikki eru einsamøll, sjálvt tá vit kenna okkum einsamøll og uttan vón.
Hettar verður undirstrikað við, at Jesus av krossinum rópar:
-Gud mín, Gud mín, hví fórt tú frá mær?
Men tann langi myrki dagurin vísir eisini fram á vónina og ljósið, sum kemur aftur Páskadag.
Sí nærri: fólkakirkjan.fo