Landsstýrið hevur gjørt av at bjóða Ukraina tveir skjóttgangandi bátar í sambandi við kríggið ímóti Russlandi.
Í tí sambandi hevur Landsstýrið biðið Løgtingið um fýra milliónir til endamálið, nú seinasta hond verður løgd á fíggjarlógina fyri næsta ár.
Landsstýrið sigur, at umvegis donski verjuna, er samskifti við Ukraina, um ítøkilig viðurskifti viðvíkjandi bátunum, og hvussu teir skulu verða útgjørdir.
Bátarnir kunnu eitt nú nýtast til serdeildir, til sjúkraflutning og annað virksemi hjá ukrainska flotanum.
Samskifti hevur í eina tíð verið við fyritøkuna Brim Boats á Eiði um at gera tveir skjóttgangandi bátar at lata til Ukraina.
Brim Boats metir, at fyrri báturin kann verða liðugur 10 vikur eftir at hann er bílagdur. Seinni báturin verður klárur at lata 10 til 12 vikur eftir fyrra bátin.
Umframt at tað nyttuna, ukrainski flotin fær burturúr bátunum, metir Uttanríkisráðið, at sum heild er tað eitt gott signal at senda umheiminum, at Føroyar, eins og lond flest um okkara leiðir, lata útgerð, ið styrkir evnini hjá Ukraina at verja seg.
Tann fyrri báturin verður mettur at kosta ímillum 1 og 1,1 millión og seinni báturin ímillum 1,85 og 1,95 milliónir.
Fyrri báturin er ein tillaging av einum báti, ið longu er gjørdur, men tann seinni báturin hevur meira útgerð enn tann fyrri og kostar sostatt meir.
Men tá ið lagt verður upp fyri eini óvissu í prísinum, og kanska serligum ynskjum úr Ukraina, metir Landsstýrið, at tað er neyðugt at seta fýra milliónir av til endamálið.