Sum vit áður hava skrivað, ætlar landsstýrið nú at geva kommunum heimild til at seta reglur í gildi fyri tey, sum leiga bústaðir til ferðafólk.
Eitt nú kunnu kommunurnar fáa heimild at áseta eitt mark fyri, hvussu nógvir dagar um árið, ein bústaður kann verða leigaður út til ferðafólk.
Sum heild taka bæði Arbeiðsgevarafelagið, og ferðavinnufelagið, undir við at hetta økið verður skipað. Men tey halda, at reglurnar eiga at verða strangari enn Landsstýrið ætlar.
Eitt nú vísir Arbeiðsgevarafelagið á, at tað er einki krav til kommunurnar um at tær skulu seta reglur í gildi og tað er heldur einki hámark fyri, hvussu nógvir dagar, ein bústaður kann verða leigaður út til ferðafólk.
Tey halda, at tað eigur at verða beinleiðis sett í lógina, at kommunur skulu seta reglur í gildi og hámark skal eisini vera sett í lógina fyri, hvussu nógvir dagar, ein bústaður kann verða leigaður út til ferðafólk.
So átti tað heldur at borið til hjá kommunum at søkt um undantøk, um serligar umstøður gera seg galdandi í onkrari kommunu, siga arbeiðsgevararnir.
Ferðavinnufelagið heldur, at tey, sum leiga bústaðir út til ferðafólk, eiga at virka undir somu treytum sum gistingarhúsini.
Men felagið heldur ikki, at ætlanin hjá Landsstýrinum fer at tryggja javnari kapping millum gistingarhús og tey, sum annars leiga bústaðir út til ferðafólk.
Tey halda, at tað verður ringt hjá kommunum at hava eftirlit við, at reglurnar verða hildnar, serliga um hámarkið fyri, hvussu nógvir dagar ein bústaður verður leigaður út til ferðafólk, verður hildið.
Bæði arbeiðsgevararnir og Ferðavinnufelagið halda tí, at krav eigur at vera um at skráseta bústaðir, sum ætlanin er at leiga til ferðafólk.
Tað merkir, at allir bústaðir sum verða leigaðir út til ferðafólk skulu skrásetast í eina felagsskrá - og tað skal vera uttan mun til um kommunan ásetir reglur í gildi, ella ikki.
Endamálið er, at gera tað lættari hjá tí almenna at hava yvirlit yvir hendan marknaðin - eisini fyri at tryggja, at rættur skattur og røtt avgjøld verða goldin, so tað ikki virkar kappingaravlagandi.
Á henda hátt verður eisini tryggjað, at øll gistingarhús hava somu treytir, tá ið tað kemur til upplýsingarskyldu til Hagstovu Føroya og lógarkravið um burðardyggagjaldið.