Ongi úrslit

Landsroyndirnar í náttúru og tøkni verða strikaðar

Undirvísingin í náttúru og tøkni í 4. flokki í størri mun skal byggja á upplivingar, verkligt arbeiði og kanningar

Barna- og útbúgvingarmálaráðið
20. november kl. 21:15

Landsstýrismaðurin ætlar at avtaka landsroyndina í náttúru og tøkni í 4. flokki.

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, hevur sent lógaruppskot til almenna hoyring, har ætlanin er at avtaka landsroyndina í náttúru og tøkni í 4. flokki.

Endamálið við uppskotinum er, at undirvísingin í náttúru og tøkni í 4. flokki í størri mun skal byggja á upplivingar, verkligt arbeiði og kanningar, sum eru grundarlagið undir lærugreinini, heldur enn at verða stýrd av eini landsroynd.

Landsroynd longu í 4. flokki kann taka ov nógv av tíðini frá tí praktiska og kannandi arbeiðinum, sum skal vekja forvitnið og menna náttúruvísindaligar arbeiðshættir hjá næmingunum. Eitt týðandi endamál við undirvísingini í náttúru og tøkni er, at næmingarnir gera egnar upplivingar, royndir, eygleiðingar og kanningar, har næmingarnir menna náttúruvísindaligar arbeiðshættir, verkligar førleikar og síni skapanarevni.

Hetta er eisini í samsvari við eitt av tilmælunum frá undanfarna Fólkaskúlaráði, sum mælti til at strika landsroyndina í náttúru og tøkni í 4. flokki.

Í sambandi við fyrireikingina hevur málið verið til undanhoyringar hjá viðkomandi pørtum, og flestu hoyringarpartar hava tikið undir við ætlanini um at avtaka landsroyndina í 4. flokki.

Hoyringarfreistin er sett til 18. desembur 2025, og møgulig hoyringarsvar kunnu sendast til [email protected]

Lógaruppskotið kann lesast her

https://www.bumr.fo/.../uppskot-til-loegtingslog-um...

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

17. desember kl. 10:30

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

17. desember kl. 16:27

Soleiðis kann Suðuroyartunnilin fíggjast - uttan at ávirka búskapin nakað serligt

15. desember kl. 09:13

Slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

16. desember kl. 10:02

Vit vóru noydd at siga nei

Í gjár kl. 12:19

Løgreglumaður sligin - vilja tryggja sær at maðurin ikki rýmir

14. desember kl. 09:17