Ongi úrslit

Landsrættur: Í lagi at halda Paul Watson aftur

Paul Watson skeyt varðhaldsfongslina inn fyri landsrættin. Nú hevur landsrætturin felt dóm

Ragnar Sjúrðarson
23. juli 2024 kl. 17:35

Landsrætturin í Grønlandi hevur í dag staðfest avgerðina um at halda Paul Watson aftur, sum í nógv ár hevur havt eitt altjóða handtøkuboð hangandi yvir høvdið. Tað upplýsir løgreglan í Grønlandi í einum tíðindaskrivi.

Sunnudagin varð hann handtikin, tá hann kom siglandi til Nuuk. Talan var um eina ódramatiska handtøku.

Paul Watson er ein av stovnarunum av Greenpeace og ein umstríddur aktivistur. Japan sendi í 2010 handtøkuboð eftir honum í samband við eina hending í Antarktis, har Watson fór uppí, meðan japanskir hvalaveiðumenn arbeiddu, skrivar Ritzau.

Japansku myndugleikar vilja vera við, at Paul Watson leyp á hvalaveiðumennirnar og forðaði teimum í teirra gera teirra arbeiði, hevur The Guardian upplýst.

Paul Watson, sum í dag er 73 ára gamal, má nú bíða eftir hvat danska løgmálaráðið avgerð. Tað er løgmálaráðið, ið ger av um hann skal útflýggjast til Japan.

Mest lisið hesa vikuna

Hava klistrað ein reyðan seðil á fýra bilar

2. mars kl. 08:56

Frá Ingilín Strøm til Ben Arabo. Javnaðarflokkurin skiftir kós

2. mars kl. 18:42

Var á tingi fyri Tjóðveldi - nú skiftir Beinta flokk

3. mars kl. 17:59

Flytur úr Miðflokkinum og í Fólkaflokkin

3. mars kl. 22:45

Tá eg bleiv ríkari av Fólkaflokkinum, men vinkonan fátækari

4. mars kl. 09:45

Danskur ráðharri: Sjúrður er a pain in the a**

1. mars kl. 16:41